Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú tvídráttur hevur tikið seg upp millum Sjúrða Skaale og Høgna Hoydal, hvørt fundur hevur verið við NATO ella ikki, svaraði Høgni Hoydal aftur í grein í dag, tí sum Sjúrður Skaale skrivaði í fyrru greinini sum stóð á VP í gjár: Høgni Hoydal blívur við at siga ósatt.

Í afturvsarinum í dag, skrivar Høgni Hoydal millum annað soleiðis: Undirritaði og Anfinn Kallsberg vóru tí á einum stórum NATO fundi í Reykjavík í 6. Og 7. september ár 2000, har vit eisini hittu táverandi aðalskrivaran hjá NATO, George Robertson.

Høgni Hoydal vísir so til tvær greinir sum stóðu í Dimmu tann 5. september 2000 og 8. september 2000.

Greinarnar skulu prógva, sambært Høgna Hoydal, at "undirritaði og Anfinn luttóku á fundinum í Reykjavík 6-7 september 2000 og komu aftur av fundinum 8. september."

Í greinini "Føroyar eru vælkomnar at tosa við NATO", sum víst verður til, greinin er frá 8. september 2000, skrivar journalisturin á Dimmu millum annað, at "varaløgmaður, Høgni Hoydal vil hvørki vátta ella avsanna, um samband hevur verið millum NATO og landsstýrið í Íslandi."

Niðri í greinini, sum kann lesast her, stendur undir brotinum Einki alment:

Í gjár hoyrdist at landsstýrið hevur skift orð við NATO á ráðstevnum hóast illviljan úr Danmark. Høgni Hoydal, varaløgmaður, vil hvørki vátta ella avnokta tíðindini.

- Tað hevur ongin fundur verið við NATO, sigur Høgni Hoydal.

Spurdur, um heldur einki óformligt samband hevur verið millum partarnar, svarar Høgni Hoydal:

- Vit hava heilsað upp á fólk, sum eru her. Her hevur ikki verið annað prát og samskifti, enn vanligt er á slíkum ráðstevnum, sigur Høgni Hoydal.

Annað vil varaløgmaður ikki siga um eitt møguligt samband við NATO á ráðstevnuni um trygdarpolitikk í Norðurhøvum.

Høgni Hoydal vísir eisini til ein fund í 2003, sum hann sigur var ein formligur fundur millum Anfinn Kallsberg, løgmann, og George Robertson, aðalskrivara í NATO, í Brússel.

Høgni Hoydal sigur um henda fundin, at "teir beinleiðis viðgjørdu hernaðar- og trygdarpolitikk fyri Føroyar. Anfinn segði áðrenn fráferðina, at hesin fundurin skuldi snúgva seg um at fáa “innlit, ábyrgd og avgerðarrætt” trygdarpolitiskt."

VP hevur spurt Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmann, um henda fundin, men Anfinn Kallsberg sigur, at hann ikki hevur havt nakran formligan fund við George Robertson.

- Vit fingu ongan fund við NATO, sigur Anfinn Kallsberg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo