Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBlogg: Fyrst er at siga, at eyðkennistónleikurin er nakað flatur í Pressuni, men kanska er tað rætti vegurin at fara, tí annars hevði hann tikið ov nógv av talutíðini.

Hinvegin, so hava kringvarpsfólk í báðum miðlunum, hinum til eygað og hinum til oyra, til fragd at brúka konsumtónleik frá til dømis Apollo. Havi mistanka um, at soleiðis er eisini her.

Haldi at kringvarpsfólk skuldu givist við apollomuzakki og heldur gjørt føroyskan tónleik við skræddarseymaðum biti í.

Tað bar til tá eg sjálvur gjørdi Vetrarbreytina í vetrarskránni í hálvfemsunum í farnu øld. Pauli í Sandagerði gjørdi allar jinglur og byrjunar- og endasangir við støði í Sjúrðarkvæðunum. Snøgt og ódýrt. Púra unikt.

Og so er tað handan enska jinglan um asshole, sum øll hava. Tað skilti eg ikki. Var tað Clint Eastwood?

Ljóðar sum dreingjafjákalótir í fyrsta flokki, tá ein finnur uppá at banna, og síðumaðurin í fyrsta flokki skal tora enn meir. Godnessgresjus, cut it out.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo