

Seinastu fáu árini hevur verið gjørligt at síggja dokumentarfilmar í biografinum.
Nevnast kann filmurin um amerikanska sangaran Rodriguez “Searching For Sugar Man” í 2012, og danska filmin “Ekstra Bladet: Uden for citat” í 2014.
Nú fer Filmsfelagið at vísa italska filmin um flóttafólk á lítlu oynni Lampedusa “Havið Brennur”.
Leikstjóri er Gianfranco Rosi og italskað heitið á filminum er Fuocoammare, har vit fylgja 12 ára gamla dronginum Samuele, sum er vaksin upp á oynni, har flóttfólk koma í hópatali.
Kendi danski rithøvundurin og filmsummælarin, Bo Green Jensen, sigur í Weekendavísini um filmin, at "Rosi siger aldrig tingene direkte. Han redigerer og klipper i virkeligheden, men han gradbøjer ikke sandhedsværdien. Det er op til tilskueren at reagere. Her bliver stoffet bare lagt frem."
Nýggi italski dokumentarfilmurin “Havið Brennur” vann gull á filmstevnuni í Berlin í ár, hevur fingið virðisløn frá Amnesty International og er italska Oscaruppskotið í ár.
Tá Filmsfelagið vísur dokumentarfilmin í Havnar Bio mikukvøldið, fer sjónvarpssjournalisturin, Uni Holm Johannesen, at innleiða sýningina. Hann var á griksku oynni Lesbos, og eygleiddi flóttafólkastøðuna har fyri tveimum árum síðani. Innleiðingin tekur støði í hesi uppliving.
Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo