Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað vóru granskarar frá amerikansku kjarnorkubumbu verkætlanini, "The Manhattan project" sum seinni stovnaðu felagsskapin "Bulletin of the Atomic Scientists" sum millum annað hevur funnið uppá dómadagsklokkuna.

Hon kom í 1947, og vísti tá 23:53, tað vil siga 7 minuttir í midnátt. Síðani tá er klokkan stillað 24 ferðir.

Orsøkin til, at klokkan nú er nærri midnátt enn nakrantíð er ikki bara russiska álopið á Ukraina, men eisini alheims koronafarsóttin og veðurlagskreppan.

Ikki færri enn 10 nobelheiðurslønarvinnarar eru í nevndini, sum tekur avgerðir viðvíkjandi klokkuni.

Rachel Bronson, sum er forseti í "Bulletin of the Atomic Scientists" sigur í samband við seinastu dagføringina, at avgerðin at flyta klokkuna ikki var løtt at taka.

- Vit liva í eini tíð við vandum, sum mannaættin ongantíð áður hevur sæð, og vit heita inniliga á allar leiðarar um at brúka allar møguleikar til at tosa um tingini og brúka diplomati, sigur hon millum annað í samband við at klokkan varð flutt.

Til samanberingar kann nevnast, at í 1953, tá USA royndi sína fyrstu brintbumbu, var urið flutt til 2 minuttir í midnátt. Og í 2018 elvdi økti spenningurin ímillum eystur og vestur til, at urið var sett til 100 sekund í midnátt.

Longst frá midnátt var hon í 1991. Tá stóð klokkan á 17 minuttir í midnátt, eftir at Berlinmúrurin var fallin, Sovjetsamfeldið var farið í søguna, týsklondini vórðu sameind aftur og nýggj avtala varð gjørd um at minka talið á kjarnorkuvápnum.

Les meira um "Bulletin of the Atomic Scientists" og dómadagsklokkuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo