Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Í einum miðili í intelektuella fedralandinum er ein sjónvarpssending um at duga á at skyna hús og býli og alt í hesum sambandi, tá familjur har í landinum eru boligsøgende.

Við fyrimynd í hesum danska teveprogrammi, Beliggendhed beligghenhed beliggenhed, velji eg í dag yvirskriftina dømikraft, dømikraft, dømikraft.

Tann visuelt sjónligi sjónvarpsjournalistur, sum traðkar inn í hvørja føroyska stovu, eigur at hava so mikið av dømikraft, at hann ikki fer í ein militerjakka beint av tjetenska frontinum, at tosa við russarar, sum fyri fyrstu ferð eru komnir ta longu leið til Føroya at halda forsetaval fyri Putin og teir á Kremli.

Óansæð hvat merki militerjakkin er, er hetta manglandi dømikraft. Ikki bara hjá klædnaberanum, men eisini hjá fotografi, redaktøri og tíðindaleiðara. Har vóru fýra fyrisitingarligir jouranlistiskir instansir, ið ikki vístu dømikraft, tá teir komu inn í mína stovu. Dømikraft, dømikraft, dømikraft, dømikraft.

Hinvegin kann eg ikki bara mær fyri at lata journalistisku hermótamyndina standa eina løtu, og tøma hana fyri íbornan symbolikk. Í roynd og veru er hetta ein mynd av menniskjansligu menningargongdini, lýst í trimum klædnamodus.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo