Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í Danmark eru tað kommunurnar sum gera av, um foreldur kunnu fáa gjald fyri at vera heima hjá børnunum. Kommunurnar gera eisini av, hvussu nógv foreldrini kunnu fáa.

68 danskar kommunur geva stuðul til foreldur, sum sjálvi ansa børnum sínum heima, tá børnini eru ímillum 0 og 2 ár. Og 46 kommunur geva stuðul til at passa børnini heima, tá barnið er frá 3 til 5 ár. Stuðulin liggur ímillum 1.700 og 8.300 krónur um mánaðin, vísa tøl frá danska barna- og undirvísingarmálaráðnum.

DR skrivar, at ein av kommununum, Vejle kommuna, júst hevur tvífalda upphæddina sum foreldrini kunnu fáa, tí trýstið á dagstovnarnar er blivið so stórt eftir at óvanliga nógv børn eru borin í heim. Soleiðis kunnu foreldur nú fáa 7.367 krónur um mánaðin, um tey velja sjálvi at hava børnini heima, heldur enn at senda tey í vøggustovu ella dagrøkt.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo