Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Nýggi danski filmurin ”Viften” verður lýstur sum ein menniskjanslig søga um makt og bundinskap hjá tveimum pørtum, sum ikki neyðturvuliga vilja vera saman. Sambandið verður lýst við djúpum álvarsemi, men eisini absurdum skemti, sum bjóðar donsku søgufatanini og serliga søgugloymskuni av, siga tær, ið hava gjørt filmin.

Árið er 1848 og staðurin er Skt. Croix í danska Vesturindia. Anna Heegaard og Petrina, sum báðar eru littar, eru bestu vinkonur. Hóast eins í húðarliti, er gerandisdagurin ógvuliga ymiskur. Anna er frí og ræður yvir og eigur Petrinu, sum undir henni er trælur.

Anna livir í sús og dús í borgini hjá manninum, sum er ríkisumboðsmaðurin Peter von Scholten, meðan Petrina er húshaldirska. Alt gongur væl í hond, til fólk fara at tosa um ein uppreistur. Munnu vinkonurnar Anna og Petrina fara at standa á somu síðu, tá uppreisturin verður?

Leikstjóri er Frederikke Aspöck, sum í 2019 gjørdi fongsulsfilmin ”De frivillige”, og handritið hevur Anna Neye skrivað. Hon spælir við í filminum og er kend frá ”Normalerwize”. Filmurin er upptikin á Gran Canaria.

Filmsfelagið vísti í 1987 danska filmin hjá Palle Kjærluff-Schmidt ”Peter von Scholten” við Ole Ernst í høvuðsleiklutinum. Hesa seinastu tíðina hava fleiri nýggir postkolonialistiskir filmar verði á skránni í Filmsfelagnum, teirra millum grønlendski ”Twice Colonized” og íslendski ”Volaða land”, sum báðir taka støði í knýtinum til Danmark.

Ummælarin hjá Information sigur um nýggja danska filmin ”Viften”: - Fremstillingerne i den danske film ”Viften” om Danmarks tid som slavenation er en gave til en samtale, der ikke må stoppe. Om en fortid, der for alt længe har været poleret til ukendelighed, men vedbliver at være en skamplet.

Kendasti danski filmsummælari, Per Juul Carlsen, sigur í Kristeligt-Dagblad, at ”Viften” er et charmerende og farvestrålende slag i mellemgulvet på Danmarkshistorien. [...] Her i 2023 er den så absolut en tiltrængt udfordring, en film til en tid, der trænger til nye vinkler.

Ummælarin hjá Børsen, Michael Solgaard, sigur: - Filmen får med et glimt i øjet og underspillede grusomheder en skovl under den koloni-leflen og -romantisering, som mange nok har om Danmarks år i Vestindien.

Ole Wich fer at innleiða nýggja danska filmin ”Viften”, sum er hin seinasti í Fimsfelagnum fyri summarsteðgin.

FILMSFELAGIÐ 7/6 kl 20:00 Viften (Frederikke Aspöck Danmark 2023 95 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo