Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tá fólk kom til vanlukkustaðið møtti teimum ein ljót sjón.

Mynd tikin av einum av ungfólkunum stutt áðrenn vanlukkuna. Var tað ein andstyggiligur kavamaður (Yeti) sum framdi illgerðina, bleiv spurt tá myndin varð framkallað.

Mynd tikin av ungfólkunum sama dag sum vanlukkan hendi. Tey eru farin at seta teltini upp.

Tá fólk kom til vanlukkustaðið møtti teimum ein ljót sjón.

Mynd tikin av einum av ungfólkunum stutt áðrenn vanlukkuna. Var tað ein andstyggiligur kavamaður (Yeti) sum framdi illgerðina, bleiv spurt tá myndin varð framkallað.

Mynd tikin av ungfólkunum sama dag sum vanlukkan hendi. Tey eru farin at seta teltini upp.

Var tað herurin? Var tað lokala mansiafólkið? Ella var tað andstyggiligi kavamaðurin sum drap tey 9 ungfólkini, sum í januar 1959 byrjaðu eina rannsóknarferð til uralfjallið Gora Otorten, har bert fá áður høvdu verið?

Ætlanin var, at ferðin skuldi taka einar tvær vikur, men longu fáar dagar eftir at tey vóru farin avstað fekst ikki samband við tey, og tá fólk fóru at leita, møtti teimum ein ræðulig sjón. Øll vóru deyð, og tey lógu slødd eftir eini fjallasíðu, tey flestu við stórum skaðum á kroppinum. Hjá onkrum var høvdið farið í knús, hjá onkrum øðrum vóru eyguni horvin og hjá uppaftur onkrum var bringan kroyst inn. Tað sá út sum onkur hevði myrt fólkini á ræðuligan hátt.

##med2##

Eftir drúgvar kanningar bleiv málið av russisku myndugleikunum arkiverað sum óloyst.

Men nú hava sveisiskir granskarar brúkt nýggja tøkni til at finna fram til, hvat mest sannlíkt hendi.

Ástøði um, at ein skalvur skuldi vera lopin omanyvir fólkini, var ikki mett serliga sannlíkt tá, tí fjallasíðan, har fólkini vóru funnin, hevði sera lítið hall. Men algoritmur, læntar frá Disney, vísa, at tað væl kann hugsast, at júst ein skalvur gjørdi enda á fólkunum.

Algoritmurnar, sum vóru brúktar at gera animatiónsfilmin 'Frost', hava roknað út, hvussu kavi eisini kann bera seg at, og tær hava víst, at eru umstøðurnar tær røttu, so kann ein skalvur leypa, eisini har sum hallið á eini fjallasíðu er so lítið, at ein ikki skuldi hildið, at tað kundi hent.

Í veruleikanum komu russiskir myndugleikar fram til somu frágreiðing, eftir at teir í 2015 fóru undir at kanna málið av nýggjum. Men tey tungu prógvini manglaðu.

Teimum koma sveisisku granskararnir við nú.

##med3##

Við National Geographic sigur ein teirra, Ruth Mottram, at kavi er ikki bara kavi.

- Tað eru nógv sløg av kava. Tað veldst eisini um veðrið annars. Kavi er hesi smáu krystallini, sum vit øll kenna. Men tá nógvur vindur er, brotna armarnir á krystallunum, og kavin gerst leysari og hongur ikki so væl saman. Tá økist vandin fyri skalvalopi.

Eftir stóð tó spurningurin, um tað var sannlíkt, at kavi kundi fara so illa við einum mannakroppi, sum skaðarnir hjá illa løstaðu líkunum høvdu. Har brúktu somu granskarar tøl frá General Motors, sum í 1970unum gjørdi royndir við deyðum mannakroppum til at kanna ferðslutrygd. Algoritmurnar kundu finna svarið uppá, júst hvussu illa tann annars bleyti kavin kann fara við einum mannakroppi, um illa vil til.

Og svarið var, at kavi, tá umstøðurnar eru tær røttu, saktans kann gera stóran skaða á mannakroppin.

Ruth Mottram sigur at enda, at hóast talan ikki er um endalig prógv, so er granskingin hjá teimum ein sera sannlík frágreiðing um hvat hendi í Uralfjøllunum fyri 60 árum síðani.

Kelda: dr.dk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo