Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SEV: Minesto kunnger í dag, at felagið fer aftur undir verksetingina av sjóvarfalsverkætlanini í Vestmannasundi um miðjan oktober. 

Sambært Dr Martin Edlund, forstjóra í Minesto, eru týðandi framstig gjørd, og týðandi úrslit eru fingin til vega av tí arbeiði, sum higartil er gjørt í Vestmannasundi.

- Vit hava fingið virðismikla vitan og dátur um ferðingina hjá drekanum, stýrisskipanardátur, og vit hava roynt og fingið váttað flutningin av elorkuni inn á land. Arbeiðið á sjónum við at sleipa og installera gekk eftir ætlan, og tað er sera gott."   

Minesto hevur ætlanir um at seta DG100 sjóvarfalsdrekan út aftur í sundið um miðjan oktober og at fara undir at framleiða elorku inn á netið hjá SEV.

- Sum áður fráboðað, verður í løtuni arbeitt við at umvæla tjóðurskipanina, og hetta arbeiðið væntast at taka nakrar vikur afturat", sigur Martin Edlund.

Samstundis sum arbeitt hevur verið í Vestmannasundi, hevur Minesto gjørt mátingar av sjóvarfalsviðurskiftunum aðra staðni í Føroyum, við tí fyri eyga at finna hóskandi øki til møguliga størri verkætlan. 

Les meira um sjóvarfalsverkætlanina

Sí film um verkætlanina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo