

Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum, ið kemur úr Havnardali. Mælt verður tí til at kóka vatnið í teimum pørtum av Havnini og Argjum, ið fáa vatn úr Havnardali.
Á kortinum sært tú, hvørji øki eru rakt av dálkingini.
Kókitilmælið stendur við, inntil nærri boð verða givin. Úrslitini av seinastu drekkivatnskanningini fyriliggur í morgin, fríggjadagin 4. august. Fylg við á síðu okkara um drekkivatn.
Vilt tú tryggja tær, at tú altíð verður kunnað um ólag ella broytingar í kommunalu tænastunum, ert tú vælkomin at tekna teg til okkara tíðindabræv. Tað kanst tú gera á forsíðuni her á heimasíðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo