Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg haldi at vit eiga at endurskoða skattastigan grundleggjandi.

Vit eru blivin nógv ríkari seinastu 10 árini. Arbeiði til allar hendur, methøgar lønarútgjaldingar og ongantíð hava vit verið so nógvir løntakarar. Og lønirnar hava ongantíð verið hægrið. í 2009 var samlaða miðinntøkan í Føroyum kr. 213.000. í 2020 var hon kr. 285.000 - ein vøkstur á 34% uppá 11 ár.

Men tað merkir eisini skattatrýstið er blivið fullkomiliga ótíðarhóskandi í mun til stóra búskaparvøksturin hetta tíðarskeiðið. Kommunali botnfrádrátturin á 30.000 hevur staðið óbroyttur síðani 2008, og landsskatturin revsar fólk óneyðuga hart fyri at taka nakrar vaktir afturat á ellisheiminum, skipasmiðjuni ella á hotellinum. Og vánaliga fíggjarstýringin talar nú fyri at skattagjaldarin eigur at fáa part av sínum pengum aftur.

Tí samstundis sum vit hava sæð hendan stóra búskaparvøkstur, so fer ein stórur partur av pengunum til tað almenna. Og tað almenna hevur ikki verið sína uppgávu vaksið. Av tí at landið ikki heldur aftur við at gera íløgur, so verða vørur og tænastur dýrari. Tá ein hondverkari er upptikin av at byggja fyri tað almenna fyri høga løn, tá tímir hann ikki at byggja tíni hús ella koma heim til tín at umvæla fyri eina lægri løn. Tá ið Kommunan heldur vil byggja stórar verkætlanir fyri hundraðtals milliónir heldur enn at brúka pengarnar uppá at stykkja út, so fært tú ikki ráð til at keypa tær eitt heim. Hetta, samstundis sum tú ikki fær nógv burtur úr at arbeiða meira enn tú ger beint nú.

Stórar verkætlanir fyri hundraðtals milliónir, men samstundis fært tú sum skattagjaldari niður píndir dagstovnar, útholaðir landsvegir og menningarhjálp úr Danmark á hvørjum árið.

Tá ið vit ikki kunnu líta á, at politiska skipanin umsitur okkara pengar við ábyrgd, kunnu vit líka so gott fáa teir aftur.

Nú vit hava uppliva ein stóran prísvøkstur orsaka av at heimshandilin ikki er í javnvág, ætlar landsstýrið at  útskriva kekkar til fólk við oljufýr fyri at dekka sínar útreiðslur. Men stuðulin sum hendan samgongan ætlar at fremja hjálpir bara tey sum eiga hús og hava høga oljunýtslu, men ikki tey sum t.d. leiga ella hava grønar orkuloysnir. Men hesi fólkini uppliva eisini hækkandi prísir, men fáa onki afturborið, aftaná tey hava verið forbí bensinstøðina ella í matvøruhandilinum.

Vit mugu endurskoða skattaskipanina. Vit eiga at hækka botnfrádráttin hjá kommununum, soleiðs at tú fyrst klárar at rinda fyri teg sjálvan, áðrenn tú byrjar at rinda fyri onnur.

Afturúrsilgdi Landsskattastigin má eisini tillagast, soleiðis at høgi marginalskatturin ikki heldur fólki aftur í at vinna sær nakrar eyka krónur. Tað skal loysa seg at arbeiða nakrar tímar eyka hjá vanligum fólki. Samstundis hjálpa vit upp á trupulleikan við manglandi arbeiðsmegi, sum vit hava í øllum vinnugreinum í  meginpartinum av landinum.

Harnæst má landið fáa skil á sína fíggjarstýring, soleiðis at hon ikki heldur áfram at ganga útyvir føroyska skattagjaldaran.

Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo