Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, ið nú er lagt fyri løgtingið, hevur landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg,valt at raðfesta Dugna, 

Umframt lønarframskriving, verður játtanin í 2023 hækkað við 300 tús. kr. til verandi rakstur, soleiðis at fleiri fólk fáa møguleika fyri at royna sínar arbeiðsførleikar og koma í arbeiðsbúgving.

- Dugni ger eitt stórt og umráðandi arbeiði, og tørvurin at koma í arbeiðsbúgving er stórur. Tí er tiltrongt at hækka játtanina til Dugna, so at fleiri fáa hendan møguleikan, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almanna- og mentamálaráðnum. Kjarnuvirksemið er at vera arbeiðstarnaðum til hjálpar við m.a. at royna arbeiðsevnini, menna arbeiðsmøguleikarnar og at skipa fyri endurbúgving. Dugni hevur verkstøð í Tórshavn, Suðuroy og á Kambsdali, eins og nakrar sølubúðir kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo