Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eftir tvey rakár, sum korona farsóttin elvdi til, hevði Duty Free handilin á flogvøllinum sítt besta ár nakrantíð í fjør.

Tilsamans 17,7 milliónir krónur lógu eftir til eigararnar, tað var eftir at 3,8 mió kr vórðu goldnar í partafelagsskatti.

Árið kann samanberast við 2021, tá 6,2 mió kr lógu eftir ella 2020, tá einans 1,3 mió kr lógu eftir á botnlinjuni.

Eisini sølan setti met í fjør, góðar 91 mió kr í mun til 55 mió kr í 2021.

Tað er stórsti kapitalisturin í Føroyum, landskassin, ið so ella so eigur Duty Free á flogvøllinum ígjøgnum Atlantic Airways og Vága Floghavn. 16 mió kr verða útgoldnar í vinningsbýti.

Vivian Ole-Jacobsen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo