Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg fari at takka veljarunum hjartaliga fyri avbera stóra stuðulin til Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum. Hesaferð var eg biðin at vera við fyri at stuðla, og eg takki eisini fyri tær 102 persónligu atkvøðurnar. Úrslitið var ikki annað enn væntandi.

Eg stillaði eisini upp fyri at stuðla til fólkatingsvalið i 2019 og fekk tá tilsamans 160 atkvøður. Til fólkatingsvalið nú í 2022 stillaði eg als ikki upp.

Eg stillaði upp til løgtingsvalið 31. august 2019, fekk tá 429 atkvøður og varð valdur á løgting. Men 10. november 2020 kom kommunuvalið, og eg varð valdur inn við heili 2284 persónligum atkvøðum.

Sostatt gjørdist eg borgarstjóri aftur frá 1. januar 2021 og valdi tí tingsessin frá. Og tað sýnist greitt, at tað er her, veljarin vil hava meg at vera.

Eg trívist avbera væl í mínum arbeiði, og havi eg lív og heilsuna, siti eg sum borgarstjóri til 1. januar 2025.

Eg gleði meg til eitt mennandi samstarv við nýggja løgtingið.

Heðin Mortensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo