Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Hittbólkurin við teimum festligu framførslunum verður við á Summar Festivalinum í ár.

Gestir á Summar Festivaliunum hava gjøgnum árini fingið nakrar minniligar framførslur frá Dynamit, sum ferð eftir ferð hevur fingið Vágsbø at kóka við teirra lætta og fangandi tónleiki. Ja, Vágsbøur hevur verið eitt slag av heimavølli hjá Dynamit.

Dynamit hevur síðan áttati árini skapt og spælt fangandi popptónleik, sum er lættur at syngja við til og njóta. Sangir sum »Grøv nummar 13«, »Pápi tín býr ei í Tórshavn«, »Ein vátur og kaldur drongur«, »Bangin«, »Hví gongur Tom altíð skít« og aðrir hava verið hitt, og teir rigga framúr væl sum festivalsangir.

Teir í Dynamit hava vant dúgliga upp undir festivalin, og teir siga, at teir ætla at taka Vágsbø við manér.

Dynamit spælir fríggjakvøldið kl. 00:30, og hetta verður ein tann lívligasta og festligasta løtan á Summar Festivalinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo