Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú danir frá komandi ári vilja strika dýra biðidag, er føroyski álmanakkin tann einasti í heiminum, har fjórði fríggjadagur eftir páskirnar er heiligdagur og frídagur. Tað eiga vit at halda fram við, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

- Umframt at teir kirkjuligu heiligdagarnir minna okkum á kristna boðskapin, sum okkara samfelag er grundað á, so hava heiligdagarnir eisini eitt annað týdningarmikið endamál sum gagnar okkum bæði sum einstaklingar og sum samfelag, sigur Jóhannis Joensen.

Heiligdagarnir í okkara álmanakka geva okkum øllum ein tiltrongdan skáa frá tí gerandisliga meldrinum, og tað heldur Javnaðarflokkurin sjálvsagt hevur týdning, vísir hann á.

- Eg haldi, tað er sera umráðandi, at vit ikki gera sama feilin sum danir, nú tey ætla at strika dýra biðidag sum heiligdag og frídag komandi ár. Vit sum einstaklingar, familjur og sum samfelag hava tørv á, at tað av og á er ein steðgur í tí gerandisliga meldrinum. Tað gevur okkum høvi at hugsavna okkum um tað, vit í Javnaðarflokkinum halda hevur størstan týdning, nevniliga teg og tíni, sigur hann og vísir eisini á ætlanirnar hjá nýggju samgonguni at stytta arbeiðsvikuna við tí fyri eyga at skapa meira tíð í gerandisdegnum.

- Tað er politiski myndugleikin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum áseta frídagar í Føroyum. Vit krevja nógv av okkara borgarum í dag, og eg haldi, at tað er umráðandi, at vit minnast til at geva okkurt aftur. Tað besta, vit kunnu geva aftur til borgaran, er tíð. Tí ynski eg, at vit halda fram við, at dýri biðidagur skal vera frídagur og heiligdagur í Føroyum, sigur Jóhannis Joensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo