At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

EduArctic er ein ES-verkætlan, sum bjóðar skúlum inn í vísindaliga umhvørvið við hugtakandi søgum frá arktiskari gransking í m.a. Føroyum, Svalbard, Íslandi og Noreg. Verkætlanin vendir sær serliga til ung og lærarar teirra í framhaldsdeild og miðnámsskúlum við fyrilestrum, kappingum, kanningum og øðrum.

Jarðfeingi og samstarvspartar í Føroyum luttaka saman við stovnum í Póllandi, Fraklandi, Íslandi og Noreg í EduArctic-verkætlanini, sum heldur fram til 2018.

Úrslitini frá PISA-kanningunum, sum vórðu almannakunngjørd í desember, vístu, at stórur tørvur er á fjøltáttaðum undirvísingartilfari til skúlar innan náttúruvísindalig og tøknilig evni.

Tað er nakað av hesum, sum EduArctic-verkætlanin bjóðar.

EduArctic-verkætlanin er samansett av fimm eindum:

• Webinar-fyrilestrar um náttúruvísindi og arktiska gransking.

• Polarpedia, sum lýsir vísindalig hugtøk og ymiskt undirvísingartilfar á fimm ymiskum málum.

• Arktisk kapping fyri skúlanæmingar í øllum Evropa, har vinningurin er ein arktisk kanningarferð.

• Náttúrukanningar í umhvørvinum kring skúlan.

• Læraraskeið.

Í hesum døgum byrja undirvísingartilboðini til skúlar í Føroyum og kring alt Evropa. Skráin við m.a. kapping og fyrilestrum er at síggja á portalinum hjá verkætlanini: Edu-arctic.eu.

Lærarar í fólkaskúlum og miðnámsskúlum hava møguleika at tekna seg og gera gagn av ókeypis tilboðum, sum verkætlanin bjóðar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo