Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Spurningarnir vóru soljóðandi:

- Nú tá eingin sleppur klimaviðgerðartúrar til Kroatia, fáa so øll nøktandi viðgerðartilboð, bæði tey, sum ikki tola lívfrøðiligan heilivág, og tey, sum lívfrøðiligur heilivágur ikki veitir nóg góða hjálp?

- Eru tað gikta-og psoriasissjúklingar, sum kunnu sigast at fáa verri viðgerðartilboð (detta niður ímillum), nú teir ikki sleppa til klimaviðgerðartúrar?

- Hví er visitatiónin til hesar klimaviðgerðartúrar hjá Heilsuverki Føroya so nógv broytt, at hesir sjúklingar ikki sleppa hesar túrar, sum hava verið gjørdir í tøttum samstarvi við Et Bedre Liv í Danmark?

- Ætlar landsstýrismaðurin at eftirmeta skipanina við klimaviðgerðartúrum fyri at tryggja, at eingin dettur niður ímillum, grundað á eitt avtikið tilboð?

- Ætlar landsstýrismaðurin at fáa formliga avtalu við klimaviðgerðardepilin í Kroatia ella við annan viðgerðarstovn uttanlands, soleiðis at viðgerð verður tryggjað fyri hesar sjúklingar?

Svar:

Til spurning 1 og 2:
Sambært Sjúkrahúsverkinum verður nøktandiviðgerð givin til allarsjúklingar. Teir sjúklingarnir, sum ikki  tola medisinska viðgerð, fáa  framvegis tilboð um klimaviðgerð. Klimaviðgerðin er sostatt ikki avtikin sambært Sjúkrahúsverkinum.

Til spurning 3:
Sambært Sjúkrahúsverkinum er mannagongdin at senda sjúklingar til klimaviðgerð broytt soleiðis, at umsóknir um viðgerð uttanlands til viðgerðarstøð, ið Sjúkrahúsverkið ikki hevur avtalu við, verða viðgjørdar í visitatiónsnevndini. Hetta merkir, at serlæknin innan økið, í hesum føri serlæknafrøði innan giktasjúkur og serlæknafrøði innan húðsjúkur, sendir umsóknir til visitatiónsnevndina. Her verður støða tikin til, um tað er grundarlag fyri, at viðgerðin verður játtað. Orsøkin til broytingina er sambært Sjúkrahúsverkinum, at allir sjúklingabólkar í Sjúkrahúsverkinum skulu fylgja somu visitasjónsmannagongd, í samsvar við galdandi lóggávu.

Tað er framvegis galdandi, at í mesta lagi 20 fólk kunnu verða send avstað. Hetta er tengt at, um serlæknafrøðin innan økið, giktalækni/serlækni innan húðsjúkur, meta, at tað er heilsufakligur tørvur á tí, og um visitatiónsnevndin endaliga játtar hesum.

Til spurning 4 og 5:
Landsstýrismaðurin hevur í vikuni havt fund við nevndina í Giktafelag Føroya um klimaviðgerð. Tey meta ikki, at tær broyttu mannagongdirnar eru nøktandi og meta, at fleiri giktasjúklingar detta niður ímillum og fáa ikki eina nøktandi viðgerð.

Landsstýrismaðurin hevur tikið málið um tær broyttu mannagongdirnar í sambandi við klimaviðgerð upp við sjúkrahúsleiðsluna. Landsstýrismaðurin er kunnaður av sjúkrahúsleiðsluni um, at klimaviðgerðin ikki er avtikin, og at tað framhaldandi kunnu í mesta lagi 20 fólk sendast avstað um árið til klimaviðgerð, um tað er heilsufakligt grundarlag fyri tí. Landsstýrismaðurin roknar tí við, at viðgerðin framhaldandi verður nøktandi, og at tað verður tryggjað, at tey, sum til dømis ikki tola medisinska viðgerð, framhaldandi fáa bjóðað eitt nøktandi tilboð, sum til dømis klimaviðgerð.

Heilsumálaráðið, 23. september 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo