Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Er tað ikki so at Tjóðveldi sýgur mest og ropar harðast, spurdi sambandskvinnan Edva Jacobsen eftir at Tórbjørn Jacobsen hevði dundrað á røðarapallinum um at súgva frá danska júgrinum.

Tórbjørn Jacobsen fór víða um í røðuni, heilt frá Miðeystri og upp gjøgnum alt Evropa, líka upp til Íslands, var sipað til heimsspekingar og rihøvundar, og so við myndberingini um lítla bróstabarnið.

Spurningurin frá Edvu Jacobsen elvdi til miklan látur í tingsalinum, og tepti eina stund tann so orðfima tingmannin hjá Tjóðveldi.

Fylg orðaskiftinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo