Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Súsanna Bertoldsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Effektiv nýtsla av MR-skannarum
Spurningar:
1. Hvørjar eru royndirnar hjá sjúkrahúsverkinum at skipa og nýta MRskannararnar, nú verkið hevur ræði á tveimum slíkum skannarum, herundir eisini við atliti til at gera skanningar í Føroyum, sum ikki hava verið gjørdar her áður?
2. Hvussu er ætlaða býtið millum nýtslu av teimum báðum MR-skannarunum hjá sjúkrahúsverkinum?
3. Eru nøkur sløg av skanningum, sum betur kunnu gerast í eldra MRskannaranum hjá sjúkrahúsverkinum enn í nýggjara skannaranum?
4. Er tað fíggjarliga og heilsuliga skynsamt, um mann framhaldandi brúkar eldra skannaran út á kvøldarnar, tá samlaði skannimøguleikin í øllum førum er tvífaldaður?
Viðmerkingar:
Nú hevur sjúkrahúsverkið í eina tíð havt ræði á tveimum ymiskum MR-skannarum, og tí hevði verið áhugavert at frætt, hvussu hetta hevur betrað um møguleikarnar hjá okkara heilsuverki, og um ein ætlan er løgd um, hvussu mann áhaldandi hevur eina skynsama nýtslu av tólum og arbeiðsmegi hjá sjúkrahúsverkinum.
Fyri nøkrum árum síðan var frammi, at tað varð skilagott og neyðugt at brúka tá einasta MR-skannaran uttan fyri vanliga arbeiðstíð, eisini fyri at bíðirøðirnar ikki skuldu gerast ov langar. At ein skannari er komin afturat kann hugsast at hava broytt hesar fyritreytirnar nakað.
Á Løgtingi, 9. januar 2025
Eirikur í Jákupsstovu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo