Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Effo: Í næstum verður ein nýggj kappingardeild stovna í Føroyum. eSport Føroyar og Effo hava undirskriva sáttmála um, at Effo Deildin fer at verða uppreist aftur, tó í øðrum skapi enn vit áður hava kent til. Talan verður hesuferð um, at Effo Deildin verður í eSport greinini “League of Legends”.

Í samband við samstarvið, ynskir Effo saman við eSport Føroyar at verða við í menningini av eSporti í Føroyum. Vøksturin í nýggja e-ítróttinum er sera stórur, har flest øll ungu kenna til eSport. Fyribrigdið eSport er sera stórt í umheiminum, og seinastu árini hava Føroyingar fylgt væl við í rákinum, millum annað við kappingardeildini í CS:GO, Elektron Deildin.

Verða har tey ungu eru
Samstarvið røkkur teimum ungu, har tey eru, við at fyriskipa kappingar innan eSport í Føroyum. Tey ungu leggja stóran dent á at hava tiltøk at fara til um vikuskiftini, og samstarvið er í tráð við leistin at verða til staðar fyri teimum ungu.

Effo Deildin hevði sín uppruna í Fótbólti, og var navnið á bestu deildini í árunum 2012 til 2017. Nú verður Effo Deildin heiti á fyrstu League of Legends kappingardeildini.

At Effo stuðlar eSport í Føroyum, hevur Rúni Winther Johnsen hesi orðini at leggja avtrat: “Vit eru ovfarin og sera glað um, at Effo kemur inn í eSport. At hava møguleikan at seta á stovn eina nýggja kappingardeild her í Føroyum, ferð at gagna teimum ungu sera nógv, og gevur teimum fleiri møguleikar at iðka og virkna innan eSport. Seinastu árini hava vit fingið sera nógvar fyrispurningar um at fyriskipa fleiri kappingar í spælinum League of Legends, og við sáttmálanum við Effo megna vit at gera betri enn so; vit megna at stovna bestu deild í League of Legends í Føroyum.

Hvat er League of Legends?
Spælið er sera nógv spælt av Føroyingum, og verður mett sum ein av teimum størstu eSport spølunum í Føroyum, saman við CS:GO, Dota 2 og Fortnite. Spælið er av slagnum MOBA(Multiplayer Online Battle Arena), ið merkir, at tað eru tvey lið, ið leika ímóti hvørjum øðrum, har tey skulu vinna strategiskt og taktiskt spæl. Spælið verður mett til at verða heimsins mest spælda eSport spæl kring heimin.

Kappingin ferð at fylgja altjóða reglugerðum, og verður lætt at fylgja við hjá øllum, eisini teimum ið ikki kenna til spælið frammanundan. Dystarfrásøgnir verða livestroymaðar, umframt at annað tilfar verður framleitt og lagt út við jøvnum millumbili.

Fyrsta kappingarárið í Effo Deildini 2020, Sesong 1, varðar fram til 20 Desember 2020.

Her er filmsbrot um spælið League of Legends

Kappingin byrjar í endanum av Oktober mánaði, og endar í Desember. Neyvari kunning kemur í næstum. Eitt er tó vist: Vinningarnar verða størri enn nakrantíð áður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo