Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

Tema

Hans Petur og Erikka Hansen úr Fuglafirði eru systkin. Bæði eru tunghoyrd.

Hans Petur greiðir frá at hann er stokk deyvur í øðrum oyranum. Hann fór til Havnar sum 4 ára gamal og búði hjá systkinabarninum hjá pápa sínum í eina tíð. Skúlin var á Skansanum, men so tá skúlin skuldi rívast niður flutti skúlin niðan í KFUK. Her helt deyvaskúlin til í eina tíð.

Hans Petur gekk í skúla í Havn til hann var 16 ára gamal. Hann feraðist heim til Fuglafjarðar hvørt vikuskifti.

Erikka fór eisini til Havnar og gekk á Skansanum, men flutti so eisini niðan í KFUK. Hon er tó 4 ár yngri enn beiggin. Hon var 5 ár tá hon fór til Havnar.

Hon greiðir frá at um veðrið ikki var til vildar so fóru tey ikki heim í vikuskiftunum men gistu hjá mammubeiggjanum Finni, um Tróndur ikki sigldi millum Havnina og Toftir.

Saman við Erikku gingu eisini Maria, Elsebeth og Unn í sama flokki í Havn.

Tað var trupult og hart hjá báðum at fara frá mammuni og pápanum í so ungum aldri.

Erikka greiðir frá at hon fór í framhaldsdeilina í Fuglafjarðar skúla sum 15 ára gomul og tað var her at hon fekk avbjóðingar. Hon hevði havt ringa skúlagongd og tað sást tá hon kom í skúla í Fuglafirði, tí hon dugdi ikki væl at skriva sítt navn, dugdi ikki at lesa ella rokna og tað førdi so við sær at hon fekk nógva eykaundirvísing. Her nevnir hon m.a. Ámund Bertholdsen og Jóhannes Andrias Næss, sum góvu henni taluundirvísing.

Hon bleiv tó happa sera illani í skúlanum í Fuglafirði tí hon ikki dugdi at úttala orðini rætt.

- Eg fekk eisini eyka tímar heima við hús og her var tað Signar á Brúnni, sum lærdi meg at rokna, sigur Erikka.

- Hesi 3 árini vóru sera ring og skulkaði eg alt eg kundi tí eg tímdi ikki at ganga í skúla. Eg hevði longu gingið í skúla í Havn í 11 ár og var troytt av skúlanum, fortelur Erikka.

Hans Petur gekk í skúla í Havn alla tíðina og eftir loknan skúla fór hann at arbeiða á ísfiskavirkið í Fuglafirði men fór so í læru sum snikkari á snikkaravirkinum á Kambsdali og fekk prógv har.

Í 1991 flutti hann so til Svøríkis tí hann hevði funnið sær eitt sprund. Tey vóru saman í 6 ár og fóru so hvør frá øðrum.

Hann hevur arbeitt á snikkaravirki í Svøríki, sum ger loftlemmar og býr í Timrå har norðuri í Svøríki.

Hans Petur greiðir frá, at hann hevur fingið nógvar vinir og serliga eru teir 7 vinir, sum ferðast runt um í Evropa. Hann greiðir frá, at hann hevur verið í Liverpool 2 ferðir har teir hava verið til dyst. Hans Petur er LFC fjeppari við stóra L. Eisini hava teir verið í Skotlandi til Whisky smakking, í Tjekkia, Ungarn og Barcelona.

Hans Petur sigur at hann hevur vitjað í Føroyum hvørt ár síðani hann flutt í 1991.

Fekk húðsjúku
Erikka fór at arbeiða fisk aftaná loknan skúla og ger tað enn í dag. Hetta hevur hon so gjørt í 42 ár.

Í byrjanini av 2017 bleiv Erikka sjúk har hon byrjaði at fáa útslett á andlitið. Serliga á varrarnar og hálsin. Hon fór so til húðlæknan, sum tók mynd og sendi tær til Danmarkar. Í Danmark sendu tey boð um at hon skuldi koma til nærri kanningar beinanvegin.

- Her bleiv eg kannað út í æsir men tey funnu einki. Eg og Randi systir mín komu so heimaftur. Eg fekk boð um at fara niður aftur at taka mergroyndir av rygginum, og tá vóru vit í Danmark í 2 vikur men fingu einki at vita.

Hetta bleiv sum eitt JoJo tí stutta tíð aftaná skuldi Erika niður aftur, og tá fekk hon at vita, at hon hevði krabbamein.

- Eg bleiv slett ikki bangin av hesum tí eg visti at fleiri blivu frísk av hesum. Eg fekk kemo fram til desember mánað í 2017 og síðani hevur alt verið burtur. Eg havi verið til kanningar tey fyrstu 5 árini eftir hetta og eri staðfest frísk.

Erika minnist, at 6 dagar eftir fyrstu kemoviðgerðina misti hon alt hárið men hetta kom aftur eftir at viðgerðin var liðug.

- Eg var so til kanningar 4 ferðir um árið í 5 ár og síðani tað havi eg ikki verið aftur og í dag taki eg ongan heilivág hesum viðvíkjandi sigur Erikka.

Tað finnist einki altjóða teknmál so tá Hans Petur flutti til Svøríkis, so var tað eitt sindur trupult at samskifta við tey deyvu har og tí fór hann á háskúla í 2 ár fyri at læra svenska teknmálið og málið.

Tá tey bæði verða spurd um tey halda at hoyrandi fólk halda seg aftur at práta við tey deyvu, so sigur Erika at hjá henni er sera trupult at samskifta við útlendingarnar, sum hon arbeiðir saman við, sjálvt um hon prátar á enskum og heldur hon at tað er tí at tey vita at hon er tunghoyrd, so tey møguliga longu hava gjørt av ikki at skilja hana.

Hetta er ofta trupulleikin ella avbjóðingin, sum deyv hava tá tey skulu samskifta við hoyrandi. Tað virkar sum um heilin hjá teimum hoyrandi ikki vil skilja hetta samskiftið.

Hans Petur er farin aftur til Svøríkis, har hann hevur íbúð og 2 synir har annar býr heima hjá sær. Hann trívist sera væl har og sigur at har eru nógv størri møguleikar fyri tey deyvu. Eisini samlast tey oftari við ørðum deyvum. Nógvir ymiskir aktivitetir eru millum tey deyvu í umráðnum í Timrå. Hans Petur er við í fyrireikingarnevndini og hetta dámar honum væl.

Vit hava her hoyrt um 2 systkin, sum deyv/tunghoyrd og eru tað fleiri familjur í Føroyum har systkin eru í somu støðu.

Greinin er partur av tema um deyv og tunghoyrd fólk í Føroyum og teirra vilkor.

Les eisini: 
Fekk influensu og gjørdist deyvur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo