Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er heilt ófatuligt, at hvørki politkarar, læknar ella aðrir heilsumyndugleikar í Føroyum alvorliga ráða lesandi útisetum til at błíva. á teirra hugnaligu og vælútstýrdu donsku kollegia ella øðrum studentabýli hesi jólini, nú Coronan herjar um alt Europa.

Smittutrýstið í Kjøpinhavn er beint nú blivið hættisliga høgt, serliga millum tey yngru ættarliðini.

Eftirsum Føroyar higartil hava skákað sær so væl undan tí heilt stóra Corona-álopinum er tað altavgerandi, at man ikki fær eina heila fylking av potentiellum smittuberarum bóltandi inn í landíð í senn.

Tey kunnu kollvelta ta stabilu støðuna eftir heilt fáum tímum, ikki minst tí trokan og social friktión er serliga vanlig innandurað á jólum í trongum stovum og kømrum.

Tað er eingin katastrofa fyri tey lesandi at blíva burtur eini jól.

Fyri bara einum mansaldri síðani, høvdu nógvir studentar slett ikki ráð at fara heim til jóla, men bíðaðu til summarferiuna, og teir hugnaðu sær væl í Kjøpinhavn á jólum.

Bæði familja og myndugleikar áttu hvassliga at biðið útisetar um at resignera og blívið burtur hesi jólini.

Tað er eitt lítið offur fyri tey ungu, men kann vera lívsavgerandi fyri tey eldru og onnur viðbrekin fólk, sum sleppa undan hættisligari vitjan.

Man má fyribyrgja, at Føroyar verða eitt hóttandi smittureiður.

Hví torir eingin politikari, hvørki úr stjórn ella andstøðu at krevja ansvarligan atburð og samfelags-sinni av teimum forkelaðu ungu?

AVLÝSIÐ nú ta óneyðugu Føroyaferðina í evstu løtu!

Fáa tit ikki størri "snuddir" í lívinum, eru tit sera væl fyri.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo