Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Miðnámsrit nr. 22: Karakterir stuðla ikki undir læring, tí talið verður eitt mál í sær sjálvum. Talið sigur bert nakað um, hvørjar kvalifikatiónir næmingarnir hava, og ikki, hvørjar kompetansur teir kunnu rúma. 

Tí eiga vit at sleppa karaktergeving í hádeild í fólkaskúlanum og á fyrsta ári á miðnámi – og heldur ikki geva nøkrum næmingum karakterir í eini læringsgongd. 

Skiftandi taksonomiskar hugsanir hava trupulleikar við sær, tá ið breytarverkætlanir skulu dømast. Uppgávuspurningar mugu tí orðast soleiðis, at næmingurin ger tað, sum krevst. 

At undirvísa er at leiða. Eins og leiðarar kunnu hava ymiskan leiðslu­stíl, hava lærarar ymiskan undirvísingarstíl. Tí er gransking í leiðslu viðkomandi í undirvísing og læring. 

Í 2021 vórðu 98% av teimum, sum søktu inn á miðnám, tikin inn. Fleiri teirra eru ikki búgvin til 1.s enn, men í løtuni er einki annað tilboð til hesar næmingar.   

Stillir næmingar kunnu vera ein avbjóðing hjá lærarum, tí ilt er at vita, hvussu teir eru fyri, og hvat teir læra. Bólkaarbeiði kann møguliga loysa upp fyri hesum. 

Sí ritið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo