Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Eiler Fróðason hevur eisini skrivað nýggjan sáttmála við barndómsfelagið, og 18-ára gamli sandavágsmaðurin tekur sostatt kampin upp um pláss á besta liði felagsins.

Málfarligi miðverjin varð ein av lyklaleikarunum í fjør, tá 07 Vestur fluttið upp í Betri Deildina, við 19 dystum og heili 5 málum. Hann fekk annars frumdystin sum 16-ára gamal í august í 2019. Í ár eru tað vorðnir 10 dystir í Betri Deildini og 2 mál. Á besta liðinum hjá 07 Vestur eru tað íalt 36 dystir og 7 mál. 

Í septembur í ár varð Eiler eisini úttikin til U19-landsliðið, og spældi tveir venjingardystir móti Norður-írlandi.

Eisini og eldri bróðurin Dann, er Eiler uppvaksin í 07 Vestur, og í felagnum er stór gleðið um at ungu leikararnir klára at bjóða av um plássini á besta liðinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo