Spard króna er vunnin króna
- Gírigur McKvagg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tað kemur kemur meiri enn so fyri, táið tú møtir fólki, at tú fert at hugsa um orðini hjá John F. Kennedy: "Ask not what your country can do for you – ask what you can do for your country", - tikin úr einari røðu, hildin fyri góðum seksti árum síðan. Thomsen menninir í Saltangará vóru/eru millum hesi. Átøkir hesum, sum Jóanes Nielsen nevnir í triðja brævinum til ein fiskimann. Virknir, inntonktir og fáorðaðir sum flestu fiskimenn – ein ætt av tigandi monnum.

Í gjár var Bendtse Thomsen borin út úr Glyvra kirkju, og um gravarmúlan í kirkjugarðinum á Glyvrum, 90 ára gamal. Jarðarferðin var so tignarlig sum maðurin. Upprunaliga kemur slektin av Strondum. Foreldrini vóru Símun og Maria, úr Geilini og við Sjógv, og tey keyptu í 1918 hús og trøð frá Peturi á Morskranesi í niðursetubygdini Saltangará. Hetta verður roknað sum sekstanda húsið í Heiðunum – Saltangará. Hóast tað hevur verið eitt knoss at seta búgv í nýlendi, við at kalla ongum hentleikum, var tærið í hesum fólkum so magnfult, at glæman frá yvirskoti, vinnuhugi og tjóðarlaðing enn sæst í eftirglóðini. Tað hevur liðið væl frá. Langt var millum húsini, búsetingarmynstrið í økinum var balkaniserað. Spjatt. Av praktiskum ávum stóðu húsini miðskeiðis á trøðni hjá teimum flestu, og umframt húski vóru húsdýrini ein týðandi, ja, avgerandi partur av lívinum og gerandisdegnum. Ikki minst kúgvin, sum er sentrali figururin í táverandi húsarhaldinum, tað lesa vit m.a. um í Feðgum á ferð hjá Heðini Brú. Ketil hevði í ovfarakæti sett seg í so stóra skuld, í einari grind, at hann mátti selja kúnna, størsti sorgardagur í lívi hansara og teirra.

Sum flestu dreingir tá ið tíðini, fór Bendtse til skips á ungum árum. Í 1947 var hann við togaranum “Urd”, sum Petur bróðir hansara førdi. Seinri var hann við “Vitanum”, “Skorakletti”, “Nýpubergi”, “Bjørgvin” og “Morgunroðanum.” Í 1955 fór hann upp á skúla í Havn og tók skiparaprógv á sumri í 1956. Eftir hetta var hann bestimaður hjá Peturi við “Morning Star” fram til 1964, sum er eitt heilt serligt ár í Thomsen familjuni og hjá okkum øllum sum búleikast um hesar leiðir.

Í 1962 stovnaðu brøðurnir - Petur, Jóhan David, Samson og Bendtse Thomsen og svágurin Jóhannus Tausen í Runavík partafelagið Lógv. Endamálið var at útvega sær skip. Teir skrivaðu undir sáttmála við Tórshavnar Skipasmiðju í 1963, sum hevði til endamáls, at Mohr-menninir og tað fræga lið, ið har starvaðist, skuldu smíða teimum eitt fiskifar við frystilast. Kjølurin varð strektur í 1963. Støddin var 289,54 br. reg. tons, og motorurin var av Vølund slagnum. 330 hestakreftir. Skipið fekk navnið ”Oknin”, og var hon klár til fiskiskap á heysti í 1964. Elsti bróðurin, Petur Thomsen, sáli, førdi hana frá byrjan og at kalla øll árini fram til 1986. Bendtse og versynir Peturs, Símun og Tonny, sáli, loystu hann av einstakar túrar hesi árini.

Fá føroysk fiskiskip hava verið so víða á fiskiveiði og í so nógvum ymiskum driftum, sum ”Oknin”. Teir hava ikki verið bangnir av sær, Thomsen-menninir, so hvørt sum ein møguleiki hvarv, funnu teir eitt hóskiligt alternativ. Um øll Norðurhøv hava teir verið. Á hemaraveiði við Ný Funnalands strendur og framvið Nova Skotia strondini, ja, so vestarliga helt onkur skemtandi fyri, at teir einaferð sóðu glæmuna fra gøtuljósunum á Manhattan. Á tunfiskaveiði við Vesturafrika, við strendurnar har suðuri við Kanarisku oyggjarnar, á laksaveiði undir Grønlandi, í mong ár á rækjuveiði undir Grønlandi, bæði vestanfyri og í fleiri ár á teimum mangan ótespiligu miðunum undir Eysturgrønlandi. Tá hesin møguleikin hvarv av kendum orsøkum, løgdu teir um til garnadrift á heimaleiðunum eftir svartkalva og havtasku.

Hóast teir vóru á leið í aldri sum pápi mín, Thomsen-menninir, kom eg at kenna teir meiri enn av navni og góðari umrøðu, táið vit onkuntíð tóku rækjur frá teimum í Føringahavnini ella í Nuuk, uppaftur meiri táið Frostgoymslan kom í húsið og serliga nógv tá eg gjørdist havnameistari við Runavíkar havn. Teir vóru ein trivaligur partur av tí merkiliga hugaliga og positiva huglagi, sum kann vera á einum havnarlagi, har driftað verður stútt og støðugt. Á nátt sum á degi. Aftanvert hóvligu medferðina hjá hesum monnum lógu heilt serliga dygdir. Røkiskapur og góðska var teirra aðalmerki. Teir spardu ikki uppá røkiskapin og nógv gjørdu teir sjálvir, lá ”Oknin” uttan fyri vertíðirnar undir havnarskrivstovuni, arbeiddu teir frá morgni til myrkurs við at sjeina hana upp, heilt upp í ellisár. Tað guvaði friðsemi frá teimum - hóast strugglarar á vinnumótinum. Støðufesti lýsti av teimum, teir lótu seg ikki taka á búri av hissini tómligum tíðarrákum. Kravdu mest av sær sjálvum, og eitt eyðkenni var, at teir vóru felagsmenn, sá man ein, sá man allar. Skipadriftin hevði fyrstu raðfesting og hareftir mátti alt annað verða.

”Oknin” var tiltikin fyri góða góðsku, táið hon var á rækjuveiði, minnist at vit einaferð lógu í Bilbao og keypararnir komu umborð, vit høvdu veiðina hjá fleiri skipum í lastini, og eftir at teir høvdu gjørt kanningar av kvalitetinum av veiðini hjá diverse skipum og ikki opnaðu eina einastu eskju frá ”Oknini”, keyptu uttan at blunka, spurdu vit eftir orsøkini. Svarið var, at álitið á vøruni hjá ”Oknini” var so stórt, at tað var ikki neyðugt. Teir vóru blástemplaðir á marknaðinum sum heiðurs- og álitismenn. Minnist eina aðru ferð vit lógu í hesum baskarabýnum við eini saltfiskalast, at ”Oknin” eisini lá har og uppskipaði eina heila rækjulast av grønlandsmiðum. Tá fingu vit nógvan stuttleika burturúr hesum, at agenturin hjá ”Oknini” sum kurteisisgávu hevði givið Bendtse eina fløsku av Rom, vit fregnaðist sjálvandi eftir at vita, hvussu hesin spaniólin kundi vita, at Thomsen-menninir búðu uppi í Rom í Saltangará.

Í 1978 keyptu teir ”Nípuna”, ein av línubátunum smíðaðir í Pólandi. Leirvíkingar áttu hana upprunaliga, - undir navninum ”Hagaleitið”. Hon var umbygd til trolveiði hjá Bjarna í Miðvági. Bendtse førdi hana í 12 ár á ísfiskaveiði fram til 1979, tá hon var seld til Svøríkis.

Eitt kvøldið, fyri góðum 10 árum síðan, stutt eftir at eg hevði forlátið landspolitikkin og var vorðin havnameistari, gekk eg mær ein túr eftir bryggjuni og møtti teimum báðum Samson og Bendtse. Hevði frætt, at teir ætlaðu at avvikla gomlu ”Oknina” – selja hana. Aldurin var komin. Samstundis hevði onkur fuglur sungið fyri mær, at teir ætlaðu at herja á av nýggjum – annar um 80 ára aldur og hin eldri. Eftir eitt hugaligt prát, sum altíð, loyvdi eg mær at spyrja - kjálkaði líkasum fram ímóti - um nakað var í hesum, sum nú gekk sum rótasúpan um svæðini. Jú, segði Bendtse, tað ræður um at hava eina drift. Orðini fara ikki frá mær aftur: Tað ræður um at hava eina drift. Eftir tað fóru teir sjálvir yvir til Noreg og komu heimaftur við “Nordic Sea”, sum eftir umbygging og sandblásing gjørdist tann ”Oknin”, sum vit kenna í dag. Umframt útróðrarbátin ”Lóm” kom Bendtse soleiðis at fáast við maritima vinnu frá 14 ára aldri til sín doyggjandi dag.

Hjá øllum okkum, sum hava búð um hesar leiðir, hevur ”Oknin”, síðan hon á fyrsta sinni kom inn í havnina í Runavík í 1964, og hendan seinra, verið partar av býarinnar samleika. Av longum og styttri leiðum eru tær aftur og aftur komnar higar, og eigararnir hava megnað kynstrið at bógva seg ígjøgnum, eisini ígjøgnum brotasjógvar, sum mega hava verið uppi onkuntíð í so mong ár í føroyskari fiskivinnu.

Teir vóru/eru ikki menn av mongum orðum, Thomsen-menninir, men táið teir mæltu fyri munni varð lurtað. Hóast teir vóru í eygnahædd við øll, gjørdu onki burturúr sær sjálvum, hekk ein serlig tign uppi við teimum. Virðingin í samfelagnum var hareftir. Har var góðs handan lítiðlætið. Teir høvdu áhuga fyri samfelagnum – og lokalsamfelagnum. Áhugaðir í øllum, møttu upp tá okkurt hendi, dansaðu føroyskan dans, gingu trúliga í Bátafelagum Niðri við Støð á Glyvrum og kirkjan var akkerið í sálarlívinum. Á sama hátt sum foreldrini gingu teir kirkjugøtuna, og tað svitaðist ikki, at teir møttu til guðstænastu hvønn einasta sunnudag. Stílur var yvir teimum.

Teir eru mangir, sum hava verið í vinnu hjá teimum, m.a. sonur mín, og eg havi ongantíð hoyrt annað enn rósandi orð um hesar menn, tað vignaðist altíð, og teir vóru av tí gamla skúlanum av vinnumonnum, sum fyrst og fremst høvdu sær fyri eyga at hava eina drift koyrandi, tað snúði seg í minni mun um at sanka fæ undir seg sjálvan. Teir spurdu ikki hvat ið samfelagið kundi gera fyri teir, men heldur hvat ið teir kundu gera fyri samfelagið. Teir vóru fyrstir í ketilsdraktina, stivlarnar og oljudansin – soleingi heilsan loyvdi hesum. Kann ætla at eftirsitandi systkini, Samson og Annelisa, saman við fjølskylduni syrgja sáran um mannin, ið onkursvegna kendist sum leiðtogarin og patriarkurin, sum uttan hóvasták savnaði træðrirnar á vinnuliga og á øðrum mótum.

Við Bendtse er ein epoka her í býnum og á fjørðinum umliðin, ein partur av vinnusøguni, - mátti Harrin tikið sær væl av hesum tignarliga manni.

tórbjørn jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo