Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Lítið er at ivast í at flestu okkara vilja gera sum mest at forða fyri kríggi í heiminum.

Tí at menniskjaligu avleiðingarnar, mentunarligu og fíggjarligu avleiðingarnar eru so ræðuligar.

Leikluturin hjá friðarvarðveitandi fólki og londum kann tí ikki undirmetast. Heldur ikki her í Føroyum.

Russisku ræðuleikarnir í Ukreina hava tó sett nýggja dagsskrá fyri okkum neutralu.

Somikið hvassa dagsskrá, at sjálvt okkara svenska brøðratjóð, er hvokkin av skóg, hevur saðla um, og kennir seg noydda at taka annað skinn um bak, tí samfelagsliga holdið gerst so bert í eystra salti, við grumma grannanum fyri eystan.

Vit koma at mørkum viðhvørt. Antin av egnum, ella av annans áðum. Støður har ikki ber til at vera millummaður.

Støður har vit mugu standa við, tað vit standa fyri. Har eru vit komin nú.

Í “heimsstríðnum” millum demokrati og despotveldi, kunnu vit bara annað. Har finst eingin miðalheimur.

Tí er valið lættari enn vit halda. Vit eiga, eins og Finnar og Sviar, at gera musketter eiðina hjá Alexandre Dumas til okkara. Sum ein sjálvstøðugur limur í NATO.

NATO er ein verjusamgonga, og hevur eftir mínum tykki søguliga verið ein av stóru verjugarðunum hjá okkara fólkaræðisligu hugsan, og fólkaræðisligu londum.

Demokratisk hugsan, og demokratiskt veldi er undur stórum trýsti í dag.

Eftir mínum tykki er neyðugt við meira enn orðum at verja tey rættindi, sum yvirskipað hava skapt tey mest rúmligu samfeløgini at liva í.

Viðhvørt er verja víggj, ella sum countrysangarin Kenny Rogers málber seg, “sometimes you have got to fight to be a man”.

Okkara mentunarliga væl er frælsi og fólkaræði. NATO er ein avgerandi trygd fyri tí lívinum.

Vit hava bert eitt rætt val - NATO!

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo