Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Dygd og stuðul til stráfóður

Spurningar:
1. Hvussu stór mongd av stuðlaðum stráfóðri hevur verið framleidd seinastu árini?

2. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at gera dygdina av stráfóðrinum til eitt atlit, sum stuðulin verður goldin út eftir?

3. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at lata upp fyri, at eisini onnur enn tey, ið fáast við vinnuligt neyta- ella seyðahald kunnu gerast partur av skipanini við stráfóðurstuðli?

Viðmerkingar:
Játtanin til stráfóðurstuðul verður sambært uppskotinum til fíggjarlóg hækkað við 920.000 krónum, so samlaða avsetingin til stuðulin er 6.000.000 kr.

Tað er greitt, at stráfóðurstuðulin hevur virkað rímiliga væl sum skipan, og at ein størri partur av føroyskum stráfóðri verður gagnnýttur, sum hevur við sær, at minni fóður verður innflutt. Harvið verða vit meira sjálvveitandi, samstundis sum okkara egna tilfeingi verður betur gagnnýtt.

At skipanin gjøgnum seinastu árini eisini hevur verið víðkað, hevur eisini havt við sær, at nýtslan av stuðlinum hevur verið størri, og onkuntíð hevur verið at frætt, at talið av umsóknum hevur verið so mikið stórt, at játtanin til hendan stuðulin ikki hevur rokkið til.

Somuleiðis hevur í fleiri umførum verið ført fram, at tað er ein avbjóðing í skipanini, at stráfóður við púra ymiskari dygd fær júst tann sama stuðulin. Tað kann møguliga hava við sær, at stuðul verður veittur til fóður, sum illa er egnað til fóður, samstundis sum tað í mun til stuðulin ikki loysir seg at gera sær ómak í fóðurframleiðsluni.

Tað er hartil ikki óhugsandi, at onnur enn tey, ið fáast við vinnuligt neyta- ella seyðahald, hava ein áhuga í at framleiða stráfóður við útgangsstøði í hesari stuðulsskipan. Til dømis um ætlanin bert er at hava eina vinnuliga stráfóðurframleiðslu, sum síðan verður seld til tey, ið hava annan landbúnað.

Á Løgtingi, 15. mars 2023
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo