Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í samband við fundin hjá “Grannalív” við Heðin Mortensen og umsitingina tann 20. juli 2022, gjørdi býararkitekturin eina roynd at greiða frá, hvat broytingin av byggisamtyktini hevði við sær.

Tað einasta vit fingu burtur úr hesari frágreiðing var, byggistigið verður broytt frá 60 % til 90 %, nýtslustigið verður broytt frá 130 % til 400 % og at mest loyvda hædd broytist frá 13 m til 17,8 m.

Tá “Grannalív” eftir framløguna setti nakrar meira ítøkiligar spurningar til ætlaðu byggingina, visti hvørki Heðin Mortensen, tekniski stjórin, býararkitekturin ella býarverkfrøðingurin nakað sum helst um ætlaða bygging.

Eftir øllum at døma høvdu øll havt bind fyri eyguni, tá broytingin av byggisamtyktini bleiv løgd út til hoyringar.

Borgarstjórin kom enntá við einari viðmerking um, at vit vóru alt ov tíðliga úti við okkara mótmælum.

Vit skuldu heldur bíða, til byggisamtyktin varð broytt og bygningurin var liðugt teknaður, tí tá høvdu vit nakað at halda okkara mótmælir í........ jú jú, eg meini tað.

Borgarstjórin mann halda okkum vera nakað toppasmøl, at við ætla liggja sjóvarfallið av okkum.

Tað var tann tíðin í 1940-50-unum, at ætlanin var, at lata nakrar bulldosarar rudda Reyni og Tinganes, fyri síðani at byggja okkurt “ordiligt byggjarí”.

Lukkutíð, vóru tað nøkur skilafólk sum tóku seg saman at mótmæla hesari ætlan og fingu steðgað henni.

Hetta ætlaða burturkastið úti á Reyni og Tinganesi er í dag okkara vakrasti býarpartur.

Soleiðis sum tað gongur fyri seg í dag í býráðnum og umsitingini, verður tað ikki lív lagað hjá nøkrum av teim eftirverandi hugnaligu býarpørtunum um stutta tíð.

Minnist enn einaferð til, at tað vendist ikki aftur tá skaðin er hendur.

Tískil heita vit á allar havnarborgarar og øll onnur, at taka undir við hesum mótmæli og geva okkum tykkara undirskrift inni á Facebook síðuni “Steðgið P-húsinum í Miðbýnum.”

Felagið “Grannalív
Umboðandi Tinghúsvegin niðara part, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu........og tykkum sum skriva undir.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo