Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Hvannrók: Sat herfyri á vøkru trappuni í Vágsbotni og hugleiddi eina løtu um Vágsbotn, sum so nógv fólk hava meining um.

Tankarnir leitaðu til barnaárini, tá Skálatrøð var trøð og ikki parkeringspláss, og har ikki var koyrandi út á Skálatrøð.

Vit  ungu fingu um endan á tíðini, tá mjólkabátarnir løgdu at bryggja í Vágsbotni, har Rubek var avgreiðslumaður hjá Meiarínum,

Vit minnast aldurnar, sum komu sunnan úr havi inn í Vágsbotn, og tað kom fyri, at aldurnar fóru leikandi niðan Tórsgøtu. .

Á trappuni hesa løtuna gjørdist niðurstøðan púra greið: Hvussu Tórshavnar kommuna vendir kósini á kumpasini í Vágsbotni, so kann hon ongantíð gera øllum til vildar. Hædd má takast fyri ferðsluni, fyritøkum har á leiðini, bátareigarum, Nólsoyar Pálli og ikki minst fótgangarunum.

Áhugabólkarnir eru nógvir.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo