Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað er ongin ivi um, at talanin er um okkara tjóðarhátíð Òlavsøkuna, tá orðini ”føroysk klæðir”, ”Midnáttarsangur”, ”kappróður” og ”tivoli” verða nevnd. Eisini orðini ”felagsskapur”, ”candyfloss”, ”bummbummilum frá frelsurnarherinum” og ”ein snaps” eru góð orð, at lýsa Òlavsøkuna við. Hjá mær er tað eitt bestemt orð, sum ger Òlavsøkuna enn betri. Tað er ”Òlavsøkukabarettin”, sum sjónleikarhúsið í Havn hevur verið karmur um, í nógv ár.

Àrið í fjør var sera nógv merkt av Korona, sum setti sín dám á alt samfelagið. Òlavsøku kabarettin, sum Andrias Høgenni stóð fyri, kendi eisini sviðan av, hvat Korona er ment at gera. Tá valdu fyriskiparnir, at varpa kabarettina, so at allir føroyingar fingu møguleikan, at síggja kabarettina í stovuni. Longu aftur í ár, fingu fleiri hundrað føroyingar, høvi til at síggja árligu Òlavsøkukabarettina í sjónleikarhúsinum.  

So langt eg kann minnast, so havi eg vitað, at á Òlavsøku fóru nógv vaksin í sjónleikarhúsið, til tí árligu Òlavsøkukabarettini. Tá eg so sjálv hevði aldur til tað, so fór eg saman við vinkonunum í sjónleikarhúsið, at hyggja eftir tí árligu kabarettini.

Hugnakvøld við Òlavsøku kabarettini og Faroe Prime
Eg havi altíð dáma væl Òlavsøku kabarettina. So eg yvaðist ikki leingi, við at keypa mær atgongumerkið, tá tey komu til sølu. Ì ár var tó ørðvísi. Eg havi altíð verið til nátturða hjá familju 29. Juli, og so fari á Òlavsøku kabarettina.  Ì ár, hevði eg gjørt av at halda Òlavsøkuna heima. Fyrstuferð í nógv ár. Men Òlavsøku kabarettina vildi eg hava við. So eg bílegði atgongumerkið til sýningina 27. Juli kl 19.30. Ì ár var eitt sindur annarleiðis, tí eg visti, at eg var í arbeiðsørindum. At eg skuldi fáa alt við, fyri at ummælað kabarettina.

Eg og ein vinkona høvdu gjørt av, at nýta høvi til eitt hugnakvøld saman. Tað er ikki so ofta, at eg eri einsamøll úti, eftir at eg bleiv mamma.

Kvøldi byrjaði við Òlavsøku kabarettini, síðani ein túr at eta Pizza og vit endaðu kvøldið við at fara oman í Voksbotn, har Faroe Prime var.

50 minuttir – Øll evnir í samfelagnum tikin upp
So skjótt eg kom inn í sjónleikarhúsið, fekk eg eina kenslu av, at hesir 50 minuttirnir fóru at vera hugnaligir.

Cafe borð og stólar vóru stillaðir upp fremst við senuna. Síðani vóru nakrar rekkjur av stólum. Tònleikurin, sum hoyrdist í bakgrundini, var stillur og róligur. Brádliga varð ljósið sløkt, og áskoðarnir vistu, at nú byrjaði tann árliga Òlavsøkukabarettin.

Leikarnir komu á pallin og kabarettin byrjaði við einum sangið um Korona. ”Hennara kongliga Hátign” kom við eini fráboðan um lagnuna hjá Dannebrog og kom við boðunum um, at hon ikki kom aftur í landið, so leingi Bárður var løgmaður.

Løgmaður og Jenis vóru teir, sum fingu harðasta toyggi. Millum annað hevði løgmaður ongan rygg, tí kroppurin koyrdi ryggin frá sær. Jenis mátti fáa ugga frá Bill, tí hann ikki kláraði at síggja Katrina. Aðrir politikkarar høvdu eisini ein leiklut í kabarettini. Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, bleiv umrøddur sum ”kongurin í Havnini”. Hansara trúliga uppmøting, til jarðarferðirnar hjá borgarunum, í Tórshavnar Kommunu, var havd á orðið.

LGBT hevði eisini sín leiklut í kabarettini. Hetta var sera væl avrikað. Einki var frástoytandi ella provokerandi. Erla Kongsdóttir við sínum brotnu rútum, Ternan, sum sigldi á land og eldurin í tunlinum slapp eisini upp í part. Akkurát hendan senan, var sera væl uppbygd. Har tónleikurin frá Titanic var spældur, tá ”Hendrik” og ”Hilmar” vóru á veg til Sandoynna.

At dómarnir í Føroyum eru látuligir, tað vita vit av. Senan um akkurát hetta málið, fangaði mín áhugað. Senan var so sigandi og væl spæld. Ein, sum var ákærdur fyri at hava 0,003 g av hassji uppiá sær, fekk ein harðan dóm uppá fleiri mánar. So kom ein pedofilur inn fyri dómaran. Hesin fekk góða móttøku, uppmuntran til at forseta og ein dóm at sita í Mjørkadalið vikuskiftið yvir. Har playstation 4 var loyvt.

At tey eymu málini í Føroyum vera skumpað burtur sum tabu, yvirlangar bíðitíðir til at fáa staðfest eina diganosu og einligar mammur ( og onnur) mangla ein bústað, er ongin nýggjheit. Senan, um akkurát hetta evnið var sera sigandi. Har tey eymu evnini blivu vrakaði. Men tá pengar skuldu brúkast til tunlar, tá var einki ógjørligt.

Eitt evnið, sum hevur fylt nógv í samfelagnum í ár, er lønarhakking hjá Námsfrøðingunum. Ongin var at ansa børnunum. Okkara yngstu og veikastu borgarir vóru tey, sum kendu sviðan av hesum. Hetta evnið var eisini tikið upp í kabarettini.

Vit minnast øll viðferðina, sum Jenis gav eini ungari gentu. Tá hon kom og bað um stuðul, til filmin hjá sær, sum var góðkendur aðrastaðni. Ein viðferð, sum als ikki skuldi koma fyri. Av tí at vit øll hava frælsið til at skriva og gera tað vit vilja. So leingi einki persónligt er í tí. Hetta bleiv sjálvandi tikið fram í kabarettini. Leikstjórin Katrin Joensen-Næss, var tann unga gentan, um fekk avslag. So púra beint, at taka hevnd til Jenis. Tummil upp. Ì senuni bleiv Jenis settur uppá pláss, og Bill mátti sissað vinmannin við eini góðanátt søgu.

Bæði Crossfield og tær 17 mió til Siri Stenberg vóru eisini tikin upp. Tað sama við appunum sum tey ungu brúka, so sum Tinder og Instragram. Bilsølan fekk eisini sítt, tá ein ung kvinna skuldi keypa ein lítlan nýggjan bil. Har sølumaðurin fekk øði í kvinnuna. So at keypi bleiv ein stórur brúktur bilur við skøvum.

Tær 3 senurnar, sum mær dámdi best vóru
- Senan tá Harra Løgmaður fer til læknan og fær boðini at hann hevur ongan rygg. Læknin roynur so tvær ferðir at redda ryggin. Men tað miseydnast báðu ferðirnar, tí Bárður hevur ikki ryggin til at standa ímóti sínum starvsfeløgum. Til endans fær Løgmður boðini ”At kroppurin koyrur ryggin frá sær.”

- ”Heðin Mortensen” kom dansandi inn og sang sín sigurssang.

- Senan har ”Hendrik” og ”Hilmar” skulu sigla til Sandoyar, men stoyta seg í nógvar trupulleikar á vegnum.

Mín persónliga meting
Eg hevði, sum so ongar forvantingar, tá eg kom í sjónleikarhúsið. Eg vistið, at òlavsøku kabarettin var bygd saman uppá eini 3 vikur. Eisini visti eg, at leikstjórin Katrin Joensen-Næss ikki hevði staðið fyri Òlavsøkukabarettini áður. Men eg visti  eisini, at bæði Katrin og Franklin hava verið við til rættliga nógvar Òlavsøkukabarettir eftir hondini. So eg yvaðist faktiskt ikki í, at tey fóru at megna uppgávuna.

Tað vóru eisini óroyndir sjónleikarar við í kabarettini. Men tað sást als ikki, at onkur teirra ikki hevði verið á palli áður. Hvørki við spæli ella sangi. Tað bleiv sagt, at møguliga var Òlavsøkukabarettin í so grov. Men tað haldi eg als ikki, at hon var. Tey vóru bara erlig, og tað grova var akkurát tað sama, sum ein hoyrur í sínum dagligdegi.

Eg havi prøvað, at funnið okkurt við Òlavsøkukabarettini, sum ikki var so gott. Men eg má siga, at eg finni einki. Teir 50 min sum kabarettin vardi, gingu skjótt. Tey hava fingið alt við, sum hevur verið í samfelagnum tað seinasta árið.

Alt var perfekt, bæði ljós, tónleikur, uppbygging, spæl og uppsetan. So Òlavsøkukabarettin 2021 fær 5 útav 5 stjørnum frá mær.

Beinta V. S. Hentze

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo