Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður gul av landsynningi, skýggjað men turt fyri tað mesta, kanska okkurt æli seint á kvøld, hitin um 13-15 stig.

Týsdagin og mikudagin verður landsynningur, týsdagurin byrjar kanska við regni, men tað slítur í tíðliga á degnum og so er turt, mikudagin fleiri løtur við sól, hitin 13-15 stig.

Hósdagin gul sunnan, smáskýggjað og sólglottar, turt og hitin upp í eini 15 stig.

Fríggjadagin sær sólin ein stóran part av degnum, hiti uppí eini 16 stig, kanska ein ond lágt.

Næsta vikuskifti verður sama góðveður, hann melur av ymsum ættum, turt og nógvar sólløtur, lýtt, serliga leygardagin uppí eini 18 stig. Sunnudagin frískar hann vindin høgt og tað kølnar aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo