

Í morgin gul av ymsum ættum, kanska mest høgætt, skýggjað og kanska eitt ælstroyggj um middagsleitið og hitin um 9 stig.
Týsdagin fer hann sum frálíður úr norði niður í landsynning, tó bert ein ond, sólglottar men kanska okkurt æli eisini og hitin um 8 stig.
Mikudagin frískar hann seinnapartin vindin, ættin sum frálíður mest vestan, ælaveður men eisini løtur við sól og hitin um 8 stig.
Hósdagin útsynningur, lot til frískan vind, ælaveður og sólglottar hvørt um annað, hitin um 8 stig.
Fríggjadagin fer hann upp í norðan ella útnyrðing, okkurt æli tíðliga á morgni, síðani sól tað mesta av degnum, hitin um 9 stig.
Næsta vikuskiftið verður merkt av høgætt, tó bert lítlum vindi og hitin ímillum 6 og 10 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo