Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í tí undarligu landsgonguni, sum Aksel hevur sjóðað saman, og noyðist at halda skil á, eru nogvir óprofessionellir dilletantar, og ti mugu tey trilva seg spakuliga fram, og styðja seg til embætisfólk, inntil tey hava fingið eitt sindur av rutinu.

Men onkur er so ótolin og jólasvangur, at man ikki kann bíða við at dumma seg.

Tann fyribils mest óflýggjaligi og óuppdrigni ministarin, vit hava havt, er ein larmandi halvdanskur vágbingur við tí fjákuta navninum DENNIS, sum m.a. er blivin transportministari.

Hann hevur longu alment uttan nakra, hvørki moralska ella fíggjarliga heimild borað seg fíggjarliga niður í eitt djúpt fiktivt HOL í Suðuroyarfirði, hóast hesin hol-besetti maður fyribils ikki hevur eina einastu krónu til ta øgiligu hol-fíggingina.

Tað hevði klætt hesum komiska og hol-fegna manni at hann tosaði við bæði Aksel, løgmann og Løgtingið, áðrenn hann fór stórveipandi út á gelar at gorra og harvið gjørdi sær og allari gonguni økonomiskt fyri skommum

Tann bombastiskt dennisinski jóla-boðskapurin er bæði pinligur og láturligur, ti tann hol-maniski fanatikarin hevur yvirhøvur onga hylling á, hvussu hann kann útvega tann gigantiska hol-kapitalin

Eingin ansvarligur kapitalstovnur vildi fyribils funnið uppá at investera eina einasta krónu í tað vitleysa Dennis-projektið.

Landsverk manglar yvir eina milliard til akutt viðlikahald av vegum og brúgvum, og so vágar tann naivi hol-sjúki samferðsluministarin sær at prioritera belastandi nýbygging fram um bráðneyðugt viðlikahald.

Tað er fulkomuliga ábyrgdarleyst av hesum hol-rabiata ministara at skeikla sitt ministerium við slikari investerings-slagsíðu.

Aksel átti at flongt tann ódugiliga Dennis, so hann gjørdist jolaskekil, áðrenn hann fer sína hol-søru jólaferð aftur til Vágs at skamma seg.

Men hetta dennisinska neyðarrópið út í tóman heim, boðar ikki frá, at tað verður ein yvirkomulig uppgáva hjá Akseli at stýra hesi fylkingini, tí Hol-Dennis er avgjørt ikki tann einasti hjálparloysingurin í landsgonguni.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo