At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin fer at regna, serliga fyrrapartin. Tað verður helst lýggjari, upp í 7 stig. Hann frískar vindin eitt skifti, men móti kvøldi aftur minni vindur.

Týsdagin verður aftur kaldari, um frostmarkið. Strúkur í vindi og upp í hvassan vind millum eystan og landnyrðing og tað fer at kava.

Mikudagin strúkur í vindi av norði, okkurt kavaæli men eisini sólglottar, hitin um ella beint omanfyri frostmarkið.

Hósdagin fyrst frískur vindur av norði sum minkar sum dagurin líður. Kanska okkurt kavaæli og hitin beint omanfyri frostmarkið.

Fríggjadagin verður gul av eystri ella landsynningi, skýggjað men turt og hitin beint omanfyri frostmarkið.

Næsta vikuskiftið sær út til at blíva vakurt vetrarveður við lítlum vindi av høgætt, hita um frostmarkið og sólglottum av og á.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo