Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Fróði Magnussen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum
Evni: Manglandi fiskidagar í bólki 5
Spurningar:
1. Hvussu nógvir fiskidagar eru brúktir í bólki 5A og 5B í 2026?
2. Hvussu nógvir fiskidagar eru eftir í bólki 5A og 5B í árinum 2026?
3. Hvussu nógvar avreiðingar í 2025 høvdu eina vekt, sum var undir 150 kilo, og hvat svara hettar til í fiskidøgum?
4. Hvussu nógvar avreiðingar higartil í 2026 hava eina vekt, sum var undir 150 kilo, og hvat svara hettar til í fiskidøgum?
5. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at innføra eitt minsta mark fyri, nær ein avreiðing telur við?
6. Eru ætlanir um at geva bólki 5 fleiri fiskidagar, ella seta í verk skipan, soleiðis at smærri avreiðingar ikki telja við?
Viðmerkingar:
Tá fiskidagaskipanin varð sett í verk fyri bólk 5, vóru 22.000 fiskidagar tøkir. Síðan tá er talið av fiskidøgum áhaldandi skorið niður. Í 2025 var dagatalið komið niður á 6.808 dagar. Hetta svarar til eina lækking upp á meira enn 15.000 dagar ella 70%.
Útróður hevur verið ein natúrligur partur av føroyska samfelagnum so langt aftur, sum vit kenna okkara søgu.
Áðrenn stóra føroyska fiskivinnan varð ment, var tað útróðurin, sum helt lív í nógvum bygdum og gav familjum eitt íkast til lívsgrundarlagið.
Men útróður er meira enn bara vinnuligt virksemi. Hann er ein týðandi partur av føroyskari mentan og okkara samleika. Eins og seyðahald og aðrar gamlar føroyskar siðvenjur er útróður við til at knýta ættarlið saman. Kunnleiki, royndir og siðir verða latin víðari frá eldri til yngri tvørtur um ættarliðini. Felags áhugi, sum bindur familjur og ættarlið saman.
Tá fiskidagatalið verður skert við 70%, er torført at síggja tað sum annað enn eina munandi niðurlaðing av møguleikunum hjá hesi vinnu. Tað er tí viðkomandi at fáa upplýst, hvussu stórur partur av fiskidaganýtsluni stavar frá sera smáum avreiðingum, og um grundarlag er fyri at broyta skipanina, eitt nú við einum minstamarki fyri, nær ein avreiðing skal telja við.
Spurningurin er tí, um politiski viljin framvegis er til staðar at varðveita og menna hesa rótføroysku vinnu- og mentanartraditiónina, ella um vit stig fyri stig góðtaka, at ein av elstu og mest eyðkendu føroysku siðvenjunum spakuliga hvørvur.
Á Løgtingi, 9. juni 2026
Fróði Magnussen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



