Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur:  Henda mynd varð ein lukka og sæla at síggja í skránni hjá Kommununi um ein grønari miðbý, har borgarin í størri mun hómast at fáa gongu- og tilverurættindi, ið sumstaðni yvirhála bilin, sum handilsvinnan ikki kann liva uttan.

Henning Larsen hevur teknað katalogið, sum býráðslimurin Kári í kvøld sigur verða einmælt samtykt. Akkurát hvat tað merkir, veit eg ikki.

Men teldutekningin omanfyri bendir á, at ljós kann hugsast inn í býðarmiðjuna, og at samansetta og ofta skeiklaða byggilagið í miðbýnum kann greipast og teingjast saman, bara ein heppin pennur er til staðar.

Bravo!

Hetta hevði eg ikki væntað, at ein av ljótastu blettum í Havn kann fáast at lýsa so mikið upp, sum á hesi teldutekning.

Man fær hug at syngja sálmar í hesum steinsetta ljóstúni.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo