Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin lot til frískan vind av útnyrðingi, ælaveður, serliga fyrrapartin, ímóti kvøldi kanska onkur sólløta, hitin um 8 stig.

Týsdagin verða nógvar løtur við sól, og tað verður turt fyri tað mesta. Ættin verður mest vestan, lot til frískan vind, minkandi sum dagurin lýður, hitin um 10 stig.

Mikudagin mestsum stilli men eisini samregn, hitin um 11 stig.

Hósdagin regn ella ælaveður ein stóran part av degnum, lotið kemur vestanifrá, hitin uppí 12 stig.

Fríggjadagin gul millum vestan og útnyrðing, samdrigið men turt fyri tað mesta og kanska onkur løta við sól.

Næsta vikuskifti heldur ælaveðrið fram, ættin mest ímillum vestan og útsynning, lot til frískan vind, hitin um 10 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo