Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin melur hann av ymsum ættum, stívt andøvsgul, okkurt kavaæli men eisini sólglottar og hitin millum 1 og 3 stig.

Týsdagin frískar hann vindin av eystri, skýggjað men turt og hitin upp í eini 4 stig.

Mikudagin trilkar hann lotið, sum frálíður upp í hvassan vind av eystri, kanska okkurt æl og hitin um 4 stig.

Hósdagin fyrst strúkur í vindi ella skrið millum eystan og landsynning men seinnapartin minni vindur, regn ella ælaveður og hitin um 5 stig.

Fríggjadagin strúkur í vindi av eystri, skýggjað men turt og hitin 4-5 stig.

Næsta vikuskifti fer hann at liggja ímillum eystan og sunnan, lot til frískan vind, turt og sól og hitin 5-6 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo