

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur lagt video út á sín Facebook-profil í sambandi við at Radikali flokkurin hevði valt nýggjan formann í gjárkvøldið, og øll pressan var leitað upp á gongini beint við hansara skrivstovu, har pressan bíðaði eftir nýggja formanninum.
- Rendi meg í tey, tá eg skuldi á wc, og segði okkurt tvætl um, at nýggi formaðurin var eg. Lítið visti eg, at upptøkutólini vóru tendrað, og sendu beinleiðis, skrivar Sjúrður Skaale.
Undir video brotinum skrivar ein viðmerkjari: Einaferð sjónleikari - altíð sjónleikari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo