At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Einangran er aftur við nýggjum staklagi “Grátt” frá teirra komandi plátu. 

Heiðrik á Heygum og Leu Kampmann eru sangarar og sangskrivarar, ið sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðar, tá koronasóttin legði landið lamið í mars, 2020.

Úrslitið av samstarvinum varð EP´in, "Einangran" har lagið "Kanska" gjørdist ein landaplága í Føroyum og vann heiðurslønina fyri besta lag á FMA 2020.

Nú eru tey so aftur við einum nýggjum staklagi ið kallast “Grátt” ið tey hava skriva ið snýr seg um at uttan tey gráu skíggjini virðir man ikki tann bláa himmalin tá hann snýkir seg undan. 

Tann dreymakenda framleiðslan er gjørd av navnfamu framleiðararnar, Janus Rasmussen, ið m.a. er kendur frá BYRTA og Kiasmos, og Sakaris Joensen, ið er kendur sum einstaklingatónleikari undir egnum navni, og sum framleiðari fyri t.d. Frum og Frostfelt.

Hettar er fyrsta lagi tey útgeva frá eini heilari plátu ið tey arbeiða við í løtuni ið tey vóna kemur út móti summri 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo