Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Seinastu dagarnar hevur Kommunulæknaskipanin verið viðgjørd í fjølmiðlunum. Hetta er samstundis sum Fíggjarmálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya eru farin undir samráðingar um nýggjan sáttmála. Fleiri kommunulæknar, útbúgvingarlæknar, landsstýrismaðurin og undirritaði hava verið at hoyrt um skipanina, og støðuna sum hon er í dag.

Tað er gott, at skipanin verður viðgjørd, tí soleiðis er eisini møguleiki at betra um skipanina. Fyri mær tykist málið tó lýst, sum at Heilsutrygd er orsøk til, at skipanin virkar sum hon ger, og harvið stóran part av ónøgdini. Møguliga er hetta misskilt, men hóast alt kann tað ikki skaða at lýsa, hvussu Kommunulæknaskipanin virkar og er skipað eftir lógum, kunngerðum og sáttmálum.

Hetta er á ongan hátt ætlað at tileinkisgera ta misnøgd, sum er í skipanini, tí ónøgdin er verulig og má takast í størsta álvara. Kommunulæknaskipanin er ein sera týðandi partur av samlaða heilsuverkinum og má virka optimalt. Skipanin er gomul og átti at verið eftirmett, soleiðis at hon kann gerast meira tíðarhóskandi, og starvsviðurskiftini eisini kunnu tillagast.

Kommunulæknaskipanin er skipað í lógum, kunngerðum og sáttmálum
Sum sagt, so er Kommunulæknaskipanin skipað eftir lógum, kunngerðum og sáttmálum. Lógirnar og kunngerðirnar, hevur Løgtingið samtykt, og sáttmálarnar hava fyrst Heilsumálaráðið avtalað, og síðani Fíggjarmálaráðið samráðst um við Kommunulæknafelag Føroya. Heilsutrygd hevur til uppgávu at fyrisita Kommunulæknaskipanina eftir hesum lógum og avtalum. Til at røkja hesa uppgávuna hevur Løgtingið játtað ávísa upphædd á fíggjarlógini. Hesa lógina má Heilsutrygd halda, og tað royna vit eisini, hóast tað kann koma fyri, at tørvur er á eykajáttan.

Skipanin í Føroyum samanborin við ta donsku
Í Danmark er kommunulæknin privatpraktiserandi, og rekur viðtaluna við øllum sum har til hoyrir. Í Føroyum er skipanin ikki so einføld, tí her er kommunulæknin settur í starv, samstundis sum hann í ávísum førum minnir um privatpraktiserandi læknan í Danmark, og m.a. setir síni egnu viðtalustarvsfólk. Harafturat hava føroysku kommunurnar skyldu at útvega kommunulæknunum viðtaluhølir við útgerð, og bera útreiðslurnar av hesum. Í Danmark hevur læknin hesa skylduna. Hetta ger skipanina í Føroyum nógv fløktari enn í Danmark, og á Heilsutrygd meta vit at skilabest hevði verið at gjørt skipanina meira einfalda, og ikki á henda hátt blandað almenna setan við lutum úr privatpraktiserandi skipan. Fløkta skipanin ger, at tað stundum kann vera ivamál um hvør hevur ábyrgd av hvørjum. Hetta eigur tó at vera tikið við í einari eftirmeting av skipanini saman við avvarðandi pørtum.

Tað eru eisini ymisk onnur viðurskifti, sum eru øðrvísi í Føroyum enn í Danmark, sum eg tó ikki skal koma inn á her.

Kommunulæknavaktin
Í nógvar mátar, minnir Kommunulæknaskipanin nógv um skipanina í Danmark. T.d. er avtalaða støddin á viðtalunum hin sama, men í Føroyum er kommunulæknavaktin øðrvísi skipað. Kommunulæknarnir hava ábyrgdina av kommunulæknavaktini, og tað er Kommunulæknafelag Føroya, sum setur vaktleiðaran, sum Heilsutrygd tó rindar fyri. Ein arbeiðsbólkur hevur tó viðgjørt og eftirmett kommunulæknavaktina. Í hesum bólkinum vóru kommunulæknarnir væl umboðaðir saman við Heilsumálaráðnum, Sjúkrahúsverkinum og Heilsutrygd. Tað var full semja í bólkinum um tilmælið sum varð sent landsstýrismanninum tann 1. juli 2022. Landsstýrismaðurin hevur tikið undir við tilmælinum, og vónandi kann hetta bøta um kommunulæknavaktina.

Ov fáar kommunulæknaviðtalur
Hesi seinastu árini er fólkatalið í Føroyum nógv vaksið. Hetta hevur eisini merkt, at fleiri fólk skulu hava ein kommunulækna, og tí hevur Heilsutrygd áhaldandi biðið um at fáa nýggjar kommunulæknaviðtalur – men hetta hava vit ikki fingið enn. Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, sær út til at hetta møguliga fer at eydnast í næsta ár, tí har er peningur settur av til nýggjar kommunulæknaviðtalur.

Smidleikin og arbeiðstíðin í skipanini
Ynskið um eina smidligari skipan hevur eisini verið ført fram, og hesum kunnu vit á Heilsutrygd taka undir við. Skipanin er tó ikki so ósmidlig sum ein kundi fáa fatan av. Tá ein kommunulækni verður settur í fast starv at røkja eina viðtalu, hevur hann skyldu at røkja borgararnar í hesari viðtaluni. Hendan skyldan er ikki hálva tíð, men fulla tíð, eisini í feriu, tí læknin hevur skyldu til at tryggja borgarunum læknatænastu ímeðan hann er í feriu. Hetta kann gerast við avtalu við grannalæknan ella við at seta avloysara at røkja viðtaluna, ímeðan hann er í feriu.

Sáttmálin letur upp fyri ymsum møguleikum at skipa viðtaluna, t.d. hevur kommunulæknin í stóran mun, møguleika at skipa viðtaluna sum hann ynskir sjálvur. Um kommunulæknin t.d. ynskir at arbeiða minni, kann hann avtala við annan lækna, at røkja viðtaluna fyri seg eftir tørvi. Hetta kundi t.d. verið hálva tíð. Tað er tí í stóran mun upp til læknan sjálvan at skipa sína viðtalu, og harvið eisini sína arbeiðstíð.

Útbúgving av kommunulæknum
Tørvur er á fleiri kommunulæknum í Føroyum, og áheitanini um at útbúgva fleiri, kunnu vit bara vera samd í, og hetta hevur Heilsutrygd eisini í fleiri umførum gjørt vart við. Heilsutrygd hevur tó onga ávirkan á, hvussu nógvir kommunulæknar sleppa undir útbúgving. Tað er ein útbúgvingarnevnd, sum tekur sær av hesum, og har hevur Heilsutrygd einki beinleiðis umboð, men kommunulæknar eru umboðaðir í nevndini.

Telduskipan, Cosmic
Kommunulæknarnir hava leingi ynskt eina lættari og smidligari telduskipanin enn hana sum er í dag. Støðan, nú avtalan um Cosmic er uppsøgd, samstundis sum skipanin verður uppstigað, hevur bara gjørt støðuna enn truplari og viðført fleiri frustratiónir, og tað er væl skiljandi. Vit vóna tó, at hetta verður betri, tá ein nýggj skipan kemur fyri Cosmic, tí sjálvandi skal skipanin vera so góð og smidlig sum til ber, soleiðis at læknarnir kunnu savna seg um læknaarbeiðið heldur enn um eina stirvna kt-skipan.

Onnur starvsfólk
Í hesum kjaki er nógv fokus á alt tað, sum kanska kundi verið betri ella øðrvísi. Og ofta verða hørð orð nýtt og frustratiónirnar koma fram. Men vit mugu ikki gloyma tað megnar arbeiðið, sum hóast alt verður gjørt. Og her er ikki bara talan um føstu kommunnulæknarnar, men eisini dugnaligu læknaavloysararnar, og tey nærum ótroyttiligu viðtalustarvsfólk, sum sanniliga eisini verða rakt, tá misnøgd og frustratión sleppur at ráða.

Framtíðin
Sjálvandi ynskir Heilsutrygd eina so góða Kommunulæknaskipan sum gjørligt – Bæði fyri kommunulæknan og fólkið sum býr í Føroyum. Skipanin verður umsitin eftir teimum lógum og avtalum, sum eru galdandi. Um skipanin ikki er optimal, sum okkurt týðir uppá, so er tað einasta rætta at eftirmeta og tillaga skipanina. Hesum vilja vit fegin vera partur av, og hetta má sjálvandi eisini gerast saman við kommunulæknunum og politiska myndugleikanum.

Vert er at minnast til, at leikluturin hjá Heilsutrygd er at umsita eina skipan, sum Kommunulæknafelag Føroya hevur avtalað við landið.

Heilsutrygd
Egil á Bø

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo