So halda vit til - í Jesu navni
- Zacharias Nielsen, grindaformaður í Sandavági

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í samgonguskjalinum stendur, at ætlanin er at endurskoða landsroyndirnar og PISA-royndina. Landsroyndirnar hava verið síðan 2008, og vit hava tikið lut í PISA-royndini síðan 2006. Føroya Lærarafelag hevur fleiri ferðir víst á, at úrslitini frá royndunum so gott sum ikki verða nýtt, og einki verður granskað í teimum. Fleiri eru eisini í iva um, hví vit hava lands- og PISA-royndir, og hvat endamálið við teimum er. Felagið reisir aftur spurningin, hví vit í grundini nýta pening og orku upp á hesar royndir, tá vit ikki brúka tær til nakað gagnligt.

Hóast tað stendur í samgonguskjalinum, at royndirnar verða endurskoðaðar, so heldur landsstýrismaðurin, at tað er ov tíðliga at taka avgerð um, hvat eigur at verða gjørt. Ein frágreiðing verður í løtuni gjørd um, hvat vit ítøkiliga fáa burtur úr at hava landsroyndir, og hvussu tær kunnu verða brúktar betur.

- Eg veit, at lærarar eru ymiskir á máli um, hvat eigur at verða gjørt. Í øllum førum eiga vit ikki at leypa framav og taka eina skjóta avgerð, men viðgera málið, sigur Djóni N. Joensen.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo