Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar kommuna lýsti fyrr í ár grundøki við Villingardalsvegin til sølu til bústaðarbygging. Tá freistin at lata tilboð inn 1. september 2022 kl. 12 var farin, var einki tilboð innkomið.

Talan var um matrikklarnar 1355 og 1356, til samans umleið 22.000 fermetrar. Kravið var, at bústaðirnir skuldu gerast sum lutaíbúðir.

Einki tilboð var komið inn, tá freistin fór 1. september. Kommunan eigur tí framvegis lendið, matr. nr. 1355 og 1356 203c við Villingardalsvegin.

Ynskiligt er tó framvegis at fáa fleiri fjøllbroyttar búeindir í kommununi, og tí verður ein roynd at bjóða lendið út umaftur væntandi gjørd seinni í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo