Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Tað hava ongantíð fyrr verið so nógvir pengar í fiskivinnuni sum seinnu árini, og vinnan hevur gjørt stórar íløgur bæði á sjógvi og landi, so hví leika so í og kollvelta allari fiskivinnuni, spyr Hálvdan Gudmundsen, formaður í Felagnum Línuskip.

- Tað er ikki landið sum hevur gjørt allar tær stóru íløgurnar sum hava verið seinnu árini, men vinnan. Og hesar íløgurnar eru tær sum dríva okkara land fram, sigur hann, og mælir staðiliga frá at gera nakrar kollveltandi broytingar nú, men heldur bíða í nøkur ár afturat og so finna eina skilagóða semju um fiskivinnuna.

Formaðurin hevur hugt gjøgnum nýggja útspælið frá sitandi samgongu um eina fiskivinnunýskipan, men hann gevur tí ikki góðan karakter, tí sum hann sigur, tað er lítið skil í uppskotinum.

- Tú fær okkurt at vita í einum parti av tí, men so lesur tú eitt sindur longur út í tað, so sigur uppskotið beint tað øvuta av tí, sum tú las áðrenn, so her er talan um alt ov nógvar mótsagnir og detailstýring av vinnuni, sigur Hálvdan Gudmundsen í stuttari viðmerking við VP.

Fyri at fáa greiðu á hesum fløkta og drúgva uppskoti, sum Hálvdan Gudmundsen heldur kundi verið 40 síður ístaðin fyri 105, so fer Felagið Línuskip á fund í Vinnuhúsinum mánadagin, har serfrøðin skal greiða frá, hvat uppskotið sigur og ikki sigur.

Hálvdan Gudmundsen sigur, at hann hevði ætlanir um at keypa eitt línuskip afturat, men verður hetta uppskotið samtykt sum tað fyriliggur, so verður einki skip keypt. Og so missur hann tvey loyvi eisini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo