Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Vit í Dímun, hava glett okkum til at menna eitt nýtt árgangsbryggj av Maj. Vit høvdu tikið støðu til ávísar tillagingar við rótabrygginum, sum vit vóru spent at lata út á marknaðin.

- Tó hava umstøður gjørt at hesar ætlanir, verða at bíða til næsta ár, skriva Eva og Jógvan Jón í fráboðan.

- Okkara starvsbrøður á Okkara skriva soleiðis:

Vegna sera óstøðugar tíðir, bæði í samband við korona og eigaraskiftið, megna vit ikki at arbeiða víðari við Dímunar Mai í 2020. Heilt einfalt er einki pláss í bryggjætlanin í ár, til at vit kunnu menna Mai víðari. Nú framtíðin er fingin uppá pláss vóna og vænta vit, at vit kunnu arbeiða víðari við hesum í 2021.

- Vónandi verður møguleiki at menna árgangsbryggið í 2021, soleiðis at vit fáa møguleikan at gera ætlaður tillaginganar við Maj.

- Vit á Dímunargarði eru sera fegin um góðu móttøkuna, Maj hevur fingið. Sølan hevur gingið sera væl, og bert fáar fløskur eru eftir á goymslunum.

- Maj fæst framvegis í Rúsdrekkasølunum og Tax Free á flogvøllinum, siga tey bæði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo