Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Í hesum sokallaða kristna og hjálpsama landi, var eingin miskunsamur samaritanari, sum hjálpti honum, tá hann ikki visti, hvat hann gjørdi. Okkum so líkt, hyggja vit hinvegin, tá onkur treingir til hjálp.

Tað skrivar Georg H. Hansen millum annað í teksti til VP í sambandi við, at allir miðlar í landinum hava skrivað um hendingina við manninum í Miðvági.

- Hann er sálarsjúkur. Verri viðhvørt, men sum oftast bert ein einari. Hann er í hesum førum fullkomuliga svikin av myndugleikunum, skrivar Georg H. Hansen, sum sigur seg kenna mannin væl og hava havt regluligt samband við hann.

- Í gjár var heilt galið hjá honum. Hann stjól ein bil um døgverðamundið. Sum eg skilji, var politiið uppií tá.

- Bæði politi og lækni kendu væl til støðuna hjá manninum, men hann fekk ikki hjálp.

- Maðurin verður nú hongdur út í øllum fjølmiðlum fyri at vera eitt bølmenni.

- Hann eigur konu og børn, sum eru sera syrgin um mann og faðir frammanundan hesum hendingum. Hvussu nú, maður og pápi verður úthongdur? Stakkals kona og stakkals børn, tey hava ongan verja.

- Fjølmiðlarnir, og eisini Vágaportalurin, hava svikið mannin og familju hansara, tí eingin hevur sett seg inn í hansara støðu. Her er bert skrivað, uttan at taka atlit til menniskjavirðir. Hetta er beinleiðis fananskapur, skrivar Georg H. Hansen.

At enda skrivar Georg H. Hansen, at henda einsporðaða lýsingin av hendingini kann væl gera lívið uppaftur svárari hjá manninum og skaða familju hansara almikið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo