Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Ein partur av arbeiðinum á sambýlum, ellisheimum, røktarheimum og í heimatænastuni er at geva linnandi røkt til borgarar, ið liggja til tað síðsta - eisini kallað terminala røkt.

Til hetta er ofta tørvur á at geva heilivág. Magna Eliana Mørkøre, varafólk hjá Javnaðarflokkinum, sum hesa seinastu vikuna hevur fingið høvi at sita í løgtinginum, er eisini sjúkrarøktarfrøðingur og starvast í eldrarøktini. Hon hevur gott innlit í eldraøkið og kennir tí til tað, sum riggar og tað, sum ikki riggar.

Eitt, sum Magna hevur undrast á, er hví røktarheim, sambýli, ellisheim og heimatænastan ikki hava loyvi at liggja inni við heilivági, sum kann geva linna teir seinastu tímarnar í lívinum hjá okkara borgarum. 

- Sum lóggávan er í dag hava sambýli, ellisheim, røktarheim og heimatænastan ikki loyvi at liggja inni við heilivági, sum ikki er tilskrivaður einum borgara - adrenalin er undantikið, vísir Magna á.

Hetta burdu vit broytt
Magna Eliana Mørkøre hevur tí í einum skrivligum fyrispurningi heitt á Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um at kanna, um tað ber til at geva røktarheimum og øðrum í primera geiranum loyvi at hava linnandi heilivág. 

- Heilivágur, ið verður brúktur til terminala røkt krevur læknaliga ávísing. Tað vil siga, at heilivágurin skal koma frá apotekinum, sigur Magna og vísir á, at hetta serliga er ein avbjóðing fyri tey, sum ikki búgva í miðstaðarøkinum. 

Røktarheim, sum liggja uttanfyri miðstaðarøkið, uppliva ofta eina avbjóðingin við at fáa heilivágin til tíðina. Tá borgarar liggja til tað síðsta, ber tað ikki til bíða eftir Posta, har bíðitíðin kann vera upp til tveir dagar og enn longri í vikuskiftinum. Ofta brúka avvarðandi dýrabara tíð uppá at koyra til og frá apoteki. Tíð, sum kundi verið brúkt saman við sínum nærmastu. 

- Í eitt nú Danmark verður ein sokallaður tryggleikakassi brúktur. Hesin kassin inniheldur heilivág, ið verður brúktur til terminalar borgarar, sum hava tørv á linnandi heilivági. Nøgdin røkkur til áleið eitt døgn. Hetta ger, at borgarin kann fáa linnandi heilivág, so skjótt sum læknin hevur givið ávísing, sigur Magna og endar við at leggja afturat: 

- Allir føroyingar - óansæð hvar í landinum tey búgva - hava rætt til eina virðiliga fráferð úr hesum heimi. Soleiðis er tíverri ikki í dag, men hetta kann broytast, um røktarheim, ellisheim, sambýli og heimatænastan sambært lógini fáa loyvi at hava eina heilivágsgoymslu til terminalan linna.

Javnaðarflokkurin vil nýta høvi at takka Magnu fyri eitt gott arbeiði hesa farnu vikuna og vóna, at vit síggja hana aftur í tinginum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo