Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Dippidillan tykist ongan enda taka. Kring alt landið hava fólk tað sum vana at gera stuttar svimjitúrar á sjónum. Tey siga, at tað gevur heilsubót og er gott fyri bæði likam og sál.

Í morgun var stórt tiltak í Miðvági. Tað var áhugafelagi Aldan, sum fæst júst við svimjing á sjónum - at dippa - sum skipaði fyri. Byrjað varð klokkan 9 og øll áhugaði vóru vælkomin at vera við, bæði roynd og óroynd.

Aftaná var morgunmatur í bygdarhúsinum.

Eini hálvthundrað vóru við, frætta vit úr Miðvági.

Jógvan Helgi Hansen tók myndirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo