Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur kannað, hvat eftirlit hevur verið við tænastunum á eldraøkinum, síðani tað var lagt út til kommunurnar.

Umboðsmaðurin staðfesti, at hóast tað í eldralógini er ásett, at kommunurnar skulu hava eftirlit við teimum tænastum, sum tær veita sambært eldralógini, er einki eftirlit skipað síðan økið var lagt út til kommunurnar 1. januar 2015.

Umboðsmaðurin metti, at vantandi reglur frá Almannamálaráðnum vóru orsøk til hesa støðu, og sendi tí skriv til Almannamálaráðið, har hann mælti ráðnum til sum skjótast at gera reglur um eftirlit til kommunurnar at fyrisita eftir.

Sambært § 19 stk. 1 í eldralógini hava kommunurnar eftirlit við bústøðum, tænastum og tilboðum sambært eldralógini, og skuldu kommunurnar og kommunalu samstørvini áðrenn 1. mai 2014 boðað landsstýrismanninum frá, á hvønn hátt hetta eftirlit verður skipað. 

Hetta var í sambandi við at eldraøkið skuldi leggjast út til kommunurnar at umsita 1. januar 2015.

Í avtalunum, sum kommunurnar í 2014 sendu Almannamálaráðnum til góðkenningar, vístu kommunurnar á, at eftirlitið hjá kommununum verður skipað sambært galdandi lógum og reglum ella sambært ætlaðu kunngerð sambært § 19, stk. 3 í eldralógini, sum er heimildin hjá landsstýrismanninum at áseta reglur um eftirlit. Almannamálaráðið hevur tó hvørki tá ella seinni lýst nakrar reglur um eftirlitið hjá kommununum.

Umboðsmaðurin metti, at vantandi reglur frá Almannamálaráðnum vóru orsøk til hesa støðu.

Umboðsmaðurin sendi tí skriv til Almannamálaráðið, har hann mælti ráðnum til sum skjótast at gera reglur um eftirlit til kommunurnar at fyrisita eftir.

Skrivið kann takast niður her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo